Gevandi Estlands-ferð

Soleiðis sigur ein av gentunum á U17-kvinnulandsliðnum í fótbólti, sum mikukvøldið kom aftur til landið eftir at hava luttikið í EM-undankapping í Estlandi

Fótbóltur

 

Tvey stórtap og ein sigur beyð fyrsta royndin uppá, sum føroyska U17-kvinnulandsliðið í fótbólti fekk í EM-undankapping í Estlandi í døgunum 11. – 16. septembur. Tó stendur hetta avrikið einki aftanfyri avrikini hjá øðrum liðum, sum í mun til okkum eru nógv størri fótbóltstjóðir.

Samd er 16 ára gamla Steintóra Joensen úr Vági, sum gjørdi bæði málini, ið liðið megnaði at gera á túrinum.

- Hetta er fyrsta árið Føroyar hevur U17-kvinnulandslið, so tað var spennandi at síggja, hvussu leikur fór at fara fram. Vit vistu ei heldur hvat vit kundu vænta av hinum liðunum. Vit vistu bert, at Belgia og Finnland høvdu havt U17-landslið í nøkur ár, so teimum kundu vit vænta at fáa mótstøðu frá. Hesin túrurin hevur verið sera gevandi fyri liðið, og hetta kann hjálpa føroyskum kvinnufótbólti á tann hátt, at genturnar hava okkurt at arbeiða fram ímóti, sigur Steintóra.

 

Seks venjingar um vikuna

Fyri Steintóru sjálva hevði tað stóran týdning at sleppa við til hesa kapping, hóast ávísir trupulleikar stungu seg upp undir fyrireikingunum.

- Eg havi spælt fótbólt í 10 ár nú. Byrjaði tá eg var 6 ára gomul, og líka síðan eg var 10 ára gomul, havi eg havt dreymin um at koma á U19-landsliðið - og sjálvandi A-landsliðið eisini. So tá eg hoyrdi at Føroyar fingu U17-landslið, gjørdist eg sum vera man sera spent. Vit hava fyrireikað okkum sum best upp til kappingina, við at hava vant ofta saman o.s.fr., men av tí at eg gangi á AaB-College í Danmark, havi eg ikki havt møguleika fyri at vant saman við teimum. Men her niðri venji eg upp til seks ferðir um vikuna, so tað var eingin trupulelleiki, sigur Steintóra Jeonsen.