Skúlin er ein av okkara grundsúlum í samfelagnum, og inni í hesum bygningum verður fundarmentið til framtíðar Føroyar lagt til at byggja víðari uppá.
Skúlaleiðslur og lærarar kring landið royna av øllum alvi at leggja sum best niður í børn okkara, og tað skulu teir hava tøkk uppiborna fyri, tí er tað hugstoytt at síggja at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 skerjir fólkaskúlan enn meir.
Vit sum vælferðarsamfelag eiga ikki at skerja í nakrari játtan til skúlaøkið, heldur eigur játtanin til skúlaøkið at hækka.
Vit kunnu øll skjótt vera samd um, at stórar avbjóðingar eru í fólkaskúlanum, og tí fyrikemur tað mær óskiljandi at lækka játtanina til fólkaskúlan.
Vónandi kunnu skúlaleiðslur og lærarar føla seg tryggar eisini í 2025, har vit heldur síggja eina økjan í játtanini til skúlan heldur enn tað, sum nú frættist um at skerja fólkaskúlan.
Janus Thomsen
borgarstjóri í
Hvalbiar Kommunu