Gevist, vælsignaðir gevist!

Nú er álvaratos nóg mikið við eini samgongu, har øll eru í andstøðu. Øll eru ímóti førda politikkinum, onki kann takast fyri fult – og sambandsafturhaldið sýnist at vinna, hóast tað hevur fremstu ábyrgdina av skilinum

Um tað ikki var so álvarsligt, var tað næstan stórskemtiligt at eygleiða landsstýrissamgonguna. Fyri bara at taka nøkur dømi í seinastuni:
Jóannes Eidesgaard hóttir fakfeløgini við lønarniðurskurði og setir trumf á við at siga, at tað fer at kosta uppsagnir, um lønirnar hækka. Nakrar vikur seinni, hóttir hann sínar samgonguflokkar við at uppsiga samgonguna, tí teir nú siga nett tað sama, sum Jóannes hevur sagt við fakfeløgini.
Løgmaður sigur, at danskir bankapakkar hava bjargað føroyska fíggjargeiranum og vísir aftur øllum krøvum um at fyrireika politiskar ætlanir í Føroyum. Nakrar vikur seinni sigur hann, at landsstýrið sjálvsagt má bjarga Eik, tá á stendur.
Jóhan Dahl gevur stjóranum á Skráseting Føroyan eina ávaring við hóttan um uppsøgn, tí at starvsfólk hava úttalað seg um eitt mál, ið fór fram áðrenn hesin stjórin varð settur. Og hann ger onki við skjalfestan kritikk frá Løgtingsins Umboðsmanni móti Vinnumálaráðnum.
Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkurin føra fram, at tað fer at minka um rættarkensluna millum manna, at Løgtingið samtykkir at kanna møguleikarnar fyri at reisa rættarligt ábyrgdarmál móti fyrrverandi landstýrismonnum (!).
Hans Pauli Strøm og javnaðarflokkurin eru rasandi og skelda dúgliga inn á asosiala fíggjarpolitikkin, sum teirra egni formaður hevur landsstýrismannaábyrgdina av, og sum tey øll hava samtykt saman við ABC-flokkunum.
Og oddagreinaskrivarin hjá Sosialinum sigur, at CHE-samgongan hevur skyldina av støðuni hjá javnaðarflokkinum og endurtekur sínar fordómar og ræðumyndir um fullveldi.

Og í veljarakanningunum gongur Sambandið fram. Kaj Leo Johannesen sigur, at føroyingar velja “ríkisfelagsskapin”, sum er so “tryggur og stabilur”. Ja, tað skulu vit halda við. Um hetta er tryggleiki og stabilitetur, har bankar tríggjar ferðir í hálva øld eru koyrdir á heysin, og føroyskir myndugleikar sita sum áskoðarar uttan mál og mið, so hevur orðið tryggleiki og stabilitetur mist sína meining. (Og tað hevur verið gongdin undir hesi samgongu: Øll virðir, hugtøk og prinsipp fyri samfelagið, gerast meiningsleys).

Sambandið elur fram ótta og ótryggleika
Sannleikin er jú ikki, at føroyingar sambært veljarakanningum velja “ríkisfelagsskap og tryggleika”. Sannleikin er hinvegin, at meirilutin enn velur teir flokkar, ið sambært síni skrá vilja fullveldi. (At so ein av teimum altíð leypir í sambandsleypin kortini, er annað mál). Sambandið sær út til at ganga fram, jú verri teir stýra og jú meira ótryggleika teir skapa. Rættast hevði tí verið at sagt, at fólk velja ábyrgdarfráskriving og ótta, tá tey velja sambandið. Tann óttan, sum sambandsflokkurin sjálvur roynir at skapa við øllum sínum undirbrotligu úttalilsum og vantandi politikki. Ótryggleikin, sum sambandið skapar, gevur teimum politiska framgongd.

Loyvi mær tó at ivast í, at hetta er veruleikin. Havi nógv størri álit á føroyska veljaranum enn, at fólk veruliga stuðla hesi ábyrgdarfráskriving og antipolitikki.


Sannleikin er eisini, at ongin samgonga hevur nakrantíð havt so nógvan pening at brúka, sum ABC-samgongan. Eftir fullveldislandstýrið vóru 2,3 mia. spardar upp og skuldin niðurgoldin. Bruttotjóðarúrtøkan nærum tvífaldað. Og ABC-flokkarnir hava havt 1,6 mia. fyri Føroya Banka, umframt aðrar serinntøkur, sum teir hava futtað av. Veruleikin er somuleiðis, at tað sum hevur koyrt føroyska búskapin av leið, var ein ábyrgdarleysur fíggjar- og búskaparpolitikkur undir sambandsleiðslu, har skattalættar og meirnýtslur sprændu pengar inn í ein glóðheitan búskap – og ongin skuld varð niðurgoldin ella peningur lagdur til viks. Hetta er ikki andstøðutos, men tað sum bæði Búskaparráðið og landsstýrismaðurin hjá sambandsflokkinum sjálvum, Magni Laksáfoss, søgdu aftur og aftur fyri bara tveimum árum síðani.

Fólkaræðið fánar
Í slíkum støðum er svarið ikki, at lata onnur taka avgerðirnar og undirgrava føroyskt fólkaræði alt meiri. Svarið er at taka ábyrgd og vísa atgerðardygd.

Vit hava ikki ráð til hetta politiska ráðaloysið í eini støðu, har fíggjarmarknaðurin, búskapurin, vinnan, húsarhald og einstaklingar krevja greið politisk boð og atgerðir, sum fólk kunnu hava álit á og halda seg til.

Føroyska fólkaræðið hevur als ikki ráð til, at vit venja okkara ungdóm og fólk við at byggja upp eitt misálit á okkum sjálv, sum verður sent dagliga út frá landsins politisku leiðslu.

Vit í Tjóðveldi vilja hava frælsi og ábyrgd í Føroyum. Í løtuni hava vit ístaðin eina skipan við ábyrgdarfrælsi fyri tey, ið hava bjóðað seg fram at stjórna landinum.

Hetta má steðgast nú, tí upptakið verður størri fyri hvønn dag, hetta heldur fram.

Bjargingarstjórn og endurreisingarval
Tí skal eg endurtaka okkara inniligu áheitan og uppskot til allar flokkar og almenningin annars:

Gevist, vælsignaðir gevist. Lat okkum so áseta eitt løgtingsval í mai (ella gjarna fyrr). Har skulu flokkarnir leggja greitt fram sínar hugsjónir og ítøkiliga boð fyri framtíðarleiðina hjá føroyska tjóðini.

Ímeðan skipa vit eina bjargingarstjórn, sum eina minnilutastjórn við 5-6 ráðharrum.

Ongin ráðharri ella flokkur sleppur at føra valstríð við landskassanum við at gjara út við fiskiloyvum, stovnsflytingum, vegagerðum ella øðrum tilvildarligum rossahandlum.

Stjórnin skal samráðast við allar flokkar og gera avtalur um at loysa hesi høvuðsmál fram til valið (havi sett eitt nýtt mál inn, í mun til mítt uppskot fyri viku síðani, nevniliga um upprudding í fyrisitingini):

At endurskoða fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 beinanvegin og sosialu trygdarskipanirnar. Við tí endamáli at byrgja upp fyri teimum sosialu skeiklingunum og ójavnunum, sum gerast alt djypri millum fólk og økir í landinum.
At greiða karmarnar fyri fiskivinnuni á sjógvi og landi frameftir í samráði við vinnufeløg, fakfeløg og serfrøði – herundir greið mál fyri stovnsrøkt, fiskirættindamarknað, landingarskyldu, framleiðskrøv á sjógvi og landi, próvførslu um burðardygd o.a.
At taka politiska ábyrgd av fíggjarmarknaðinum í Føroyum og beinanvegin at samráðast við donsku stjórnina um eina loysn, har føroyskir myndugleikar taka avgerðirnar um framtíðina og søluna av Eik og krevja fult innlit í øll viðurskifti. Endamálið er at tryggja ein fíggjarmarknað við realkreditti og øðrum amboðum, sum kann veita vinnu og húsarhaldum eina sámiliga og bíligari fígging.
At fremja djúptøkna upprudding í fyrisitingini, har øll ivamál verða tikin opið fram, kanningar gjørdar og avleiðingar staðfestar. Og har bygnaðurin og talið av ráðum verða endurskoðað og umleggingar framdar.