Tá KT-fyritøkan Geymin varð stovnað í 2019, var endamálið at veita føroyskum fyritøkum góðar bókhalds- og kassaskipanir.
Í dag er fyritøkan ment nógv víðari og arbeiðir við at menna heildarloysnir, sum verða skraddaraseymaðar til føroyskar fyritøkur.
Fyritøkan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri og tænir í dag fleiri enn 500 vinnukundum kring alt landið.
Fyrr í ár flutti Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður eru bæði fyri starvsfólkum, kundum og framhaldandi menning.
– Okkara arbeiði hevur flutt seg nógv. Vit veita framvegis bókhalds- og kassaskipanir, men í dag er tað heildarloysnin rundan um kundan, sum fyllir mest.
Stjórin vísir á, at nú snýr virksemið seg mest um at seta ymiskar skipanir saman, automatisera arbeiðsgongdir og menna loysnir, sum passa júst til føroyska kundan.
Frá standardskipanum til føroyskar heildarloysnir
Ein týðandi liður í menningini kom í 2020, tá Geymin gjørdist føroyskt umboð fyri E-conomic.
Frá fyrsta degi varð stór orka løgd í at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti. Alt innihaldið varð føroyskað, arbeiðsgongdir vórðu tillagaðar føroyskum reglum, og skipanin varð lagað til tørvin hjá føroyskum fyritøkum.
– Vit vildu ikki bara selja eina skipan. Vit vildu gera hana til eina føroyska loysn.
Rúni Brimvík sigur, at hetta hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til, at E-conomic í dag er tann mest brúkta bókhaldsskipanin í Føroyum.
- Henda tilgongdin gjørdist eisini byrjanin til nakað størri, ásannar stjórin.
Í dag er Geymin ikki longur avmarkaður av teimum standardloysnum, sum altjóða veitarar bjóða.
Fyritøkan mennir egnar føroyskar loysnir, sum verða knýttar saman við skipanum sum E-conomic, FlexPOS, Microsoft 365 og øðrum skipanum, sum kundarnir longu brúka.
– Vit eru ikki bundin av tí, sum ein standardskipan kann. Hevur kundin eina arbeiðsgongd, sum kann gerast betri, so menna og knýta vit okkara egnu loysnir uppí. Soleiðis fær kundin eina heildarloysn, sum passar júst til teirra arbeiðsdag.
Tað sigur Uni Vang, sum hevur ábyrgdina av menningini hjá Geymanum.
Snildar loysnir skapa virði
Hetta merkir, at Geymin í dag veitir nógv meira enn einstakar KT-skipanir.
Fyritøkan sameinir bókhald, kassaskipanir, goymslustýring, Microsoft 365, netverk, teldupost og aðrar KT-skipanir í eina samlaða heildarloysn, sum verður lagað til arbeiðsdagin hjá hvørjum einstøkum kunda.
– Vit síggja okkum sum ein samstarvspartnara heldur enn ein vanligan veitara. Tað týdningarmiklasta er ikki, hvør skipanin er, men at kundin fær eina loysn, sum ger arbeiðsdagin lættari og gevur betri yvirlit, sigur Rúni Brimvík.
##med2##
Vitlíki ein natúrligur partur av loysnunum
Eitt øki, sum fyllir alsamt meira, er vitlíki.
Hjá Geymanum verður vitlíki ikki sæð sum eitt mál í sjálvum sær, men sum eitt amboð, ið kann gera arbeiðsgongdir bæði skjótari og snildari.
– Vit síggja stórar møguleikar í vitlíki. Fleiri av loysnunum, sum vit arbeiða við í dag, nýta vitlíki til at gera arbeiðsgongdir meira sjálvvirkandi, geva betri yvirlit og hjálpa kundunum at arbeiða skjótari og skilabetri, sigur Rúni Brimvík.
Hann væntar, at vitlíki verður ein veksandi partur av teimum KT-loysnum, sum føroyskar fyritøkur fara at brúka komandi árini.
– Tað snýr seg ikki um at brúka vitlíki, tí tað er modernað. Tað snýr seg um at brúka tað, har tað skapar virðilig úrslit fyri kundan.
Fakligur stoltleiki
Hóast fyritøkan er nógv ment síðan stovnanina, er hugsjónin hjá Geymanum tann sama.
– Vit hava fakligan stoltleika, og vit arbeiða miðvíst við at menna snildar og haldgóðar KT-loysnir, har dygd, stabilitetur og kundanøgdsemi eru hornasteinarnir í okkara arbeiði, sigur stjórin.
Hann leggur aftrat, at nýggja slagorðið hjá fyritøkuni lýsir arbeiðsháttin væl.
– Vit elska snildar KT-loysnir. Tað er ikki bara eitt slogan. Tað er okkara hugsjón og tað, sum drívur okkum hvønn einasta dag, sigur Rúni Brimvík.
##med3##












