VIDEO: Mjällby má spæla deildarspæl í Conference League

(Video) Her eru málini frá dystinum Red Bull Salzburg-Mjällby

Áki D. Samuelsen var ikki við í hópinum, og Martin Agnarsson var á vøllinum seinasta tíman, tá lið teirra, Mjällby tapti 0-3 fyri Red Bull Salzburg í seinna røkk støkk dystinum í Europa League. 

 

Salzburg skoraði øll málini seinasta hálva tíman. Salzburg vann fyrra dystin 1-0, og harvið ein samlaðan 4-0 sigur. 

 

Mjällby má tí spæla deildarspæl í Conference League. Teir vera einasta svenska umboðið í teimum evropeisku kappingunum.

 

Noreg og Danmark hava bæði fýra lið við í teimum evropeisku kappingunum. Í mong ár var Svøríki besta fótbóltstjóðin í norðurlondum, men soleiðis er ikki longur. 

 

Í morgin fæst at vita hvørjum liði Áki, Martin og liðfelagarnir møta í deildarspælinum. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Red Bull Salzburg-Mjällby 3-0 (0-0):

 

##med2##