Geza og liðfelagarnir mistu í uppflytingarstríðnum

Grimsby Town er nú trý stig frá týðandi sjeynda plássinum

Mynd: BBC

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town vóru í dag fyri einum bakkasti í uppflytingarstríðnum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.

 

Grimsby tapti á heimavølli 1-3 fyri Harrogate, ið er aftast í deildini, so talan var um eitt stórt vónbrot fyri "The Mariners". Fyrstu 27 minuttirnar skoraði útiliðið tvær ferðir. 

 

Í 39. minutti minkaði Kieran Green um munin til 1-2. Í yvirtíðini brendi Andy Cook hjá Grimsby eitt brotsspark, og í seinna hálvleiki bleiv tað so Harrogate sum økti til 3-1, og harvið staðfesti sigurin.

 

Geza sum spældi 85 minuttir fær karakterin 6,7 frá Flashscore/Soccerstand, og karakterin 6,8 (av 10 møguligum) frá Sofascore.

 

Grimsby er nummar 10 í deildini við 62 stigum. Teir hava trý stig upp til Chesterfield, ið er á týðandi sjeynda plássinum sum gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting. Chesterfield hevur tó spælt ein dyst fleiri enn Grimsby. Oldham hevur 64 stig á áttanda plássinum og Crewe hevur 63 stig á níggjunda plássinum. Oldham hevur spælt ein dyst fleiri, og Crewe hevur spælt tveir dystir fleiri enn Grimsby. Í hølunum á Grimsby eru Walsall við 62 stigum og Barnet við 61 stigum. Tey hava tó bæði spælt tveir dystir fleiri enn Grimsby.

 

Longu 2. páskadag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Crawley. 

 

 

 

Mynd: BBC