Einki útspæl til nýggjan sáttmála fyriliggur, og tí ætlar 35 ára gamli Manchester United spælarin, Ryan Giggs at gevast við yrkisleið sínari, sum fótbóltsspælari.
- Eg ætli mær at spæla, so leingi eg njóti tað, og so leingi eg eri likamliga væl fyri, og venjarin vil hava meg í hópinum. Sigur Ryan Giggs við The Sun. - Um ein av hesum trimum fyritreytinum ikki er til staðar, so má eg hugsa um at gevast. Og tað kundi verið við endan av hesum kappingarárinum. Sáttmálin hjá mær gongur út í maj, so vit fáa at síggja. Sum er, so havi eg einki samband við leiðsluna í Manchester United. Eg eri likamliga líka væl fyri, sum áður. Men munurin er, at tað tekur størri tíð at koma fyri seg aftaná dystir. Tveir dagar aftaná ein dyst, eri eg framvegis troyttur. Fyrr kundi eg spæla leygardagar-mikudagar, viku aftaná viku, uttan nakran trupuleika. Nú á døgum kann eg bara spæla ein dyst um vikuna.
Ryan Giggs hevur havt sáttmála við Manchester United í 19 ár, og hevur hann vunnið 9 ensk meistaraheiti við Manchester United.