Gildi á Eiði í fleiri dagar

Á Eiði fara tey at fagna heystinum við stórum gildii næsta vikuskiftið, har eisini okkurt, sum neyvan er roynt fyrr, er á skránni

 

 

Flettikapping, rullupylsukapping, seyðasýning, uppboðssøla av seyði, fundir, fyrilestrar og tónleikur.

Hetta er nakað av tí, sum er á skránni, tá ið tey á Eiði fara at fagna heystinum við einum drúgvum gildi, sum varar í fýra dagar í næstu viku, frá hósdegnum til sunnudagin.

 

Heystið er tíðin, vit heysta fruktirnar av tí, sum er sáað og sett við um várið og tað verður nettupp seyðahaldð, sum verður snúningsásurin um heystgildið hjá eiðisfólki.

Har verða fyrilestrar um seyðahald og fjallgongu, um seyðasjúkur og um føroyskan mat burtur úr landbúnaðarvørum.

 

Men álvari er eisini á skránni og fríggjakvøldið er pallborðsfundur um at einskilja landsjørðini, sum er eitt mál, ið hevur verið frammi í seinastuni

Við pallborðið sita politikararnir, Jacob Vestergaard, Helgi Abrahamsen, Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen, umframt tveir festarar.

Nógv tiltøk eru eisini fyri børn. Tey sleppa at pussa horn og at tøva, tey sleppa at vera við, tá ið ein kúgv verður dripin og tey sleppa eisini at hoyra søgur.

 

Av teimum óvanligu tiltøkunum, kann nevnast, at tey skulu finna meistaran í at gera rullupylsu og kjøtpylsu og tey fara at fletta um kapp

 

Alt hetta verður bundið saman við nógvum tónleiki og tey, sum fara at syngja og spæla, eru Hanus G. Johansen, Døgg Nónsgjógv, Sámal Ravnsfjall, Magnus á Stongum, Signar í Homrum, Sissal Grækarisdóttir Magnussen, LM Band og Martin & co.