Øgiligt ekkó skal basast

Stóra rúmið í Saltsiloini hevur eitt ekkó, sum vil nakað, og tað skal basast til konsertina leygarkvøldið

Leygarkvøldið verður stóra stuðulskonsertin í Saltsiloini á Drelnesi. Nógv av fremstu nøvnunum innan føroyskan tónleik fara at spæla til tiltakið. Teirra millum eru Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen, Frændur, Brandur Enni og Jens Marni Hansen.

Stóra rúmið í Saltsiloini hevur eitt ekkó, sum vil nakað. Tosað verður um, at tað ekkóar í eini seks sekund, og tað er ikki júst tað optimala til eina konsert við rútmiskum tónleiki. Fyrireikararnir royna tó at gera ymiskt við ljóðteppum, sum kann avmarkað ekkóið eitt sindur.

Konsertin í Saltsiloini á Drelnesi byrjar leygarkvøldið kl. 18.30, og hon heldur fram at alt kvøldið og endar tíðliga á náttini.