Tað hava verið fleiri søgur at hoyra um fótbóltsframtíðina hjá Gilla Rólantsson Sørensen. Í summar flutti hann úr TB og til KÍ, og tosið hevur millum annað verið, at nú var hansara lutur í Klaksvík av, og at hann fór at spæla við øðrum felag. Í tí sambandi hevur NSÍ verið nevnt.
Nú er tað greitt, at Gilli Rólantsson Sørensen fer ongan veg. Eisini í 2026 fer hann at spæla við KÍ, sum hann síðani í summar hevur spælt 14 dystir fyri. Tað veit KÍ heimasíðan at siga í dag.
KÍ venjarin Magnus Powell sigur seg vera fegnan um, at Gilli fer at halda fram í felgnum:
- Vit byrjaðu tíðliga í ár við at tryggja okkum sáttmálar við fleiri leikarar. Við Gilla fáa vit góðar royndir á liðið, ein leikara, ið venur hart, og sum er vanur at kappast á hægsta stigi. Hann gevur alt til hvørja venjing og hevur ment seg í okkara spæliskipan. Nú fær hann eisini uppstartin í KÍ við í 2026, og tað leggur enn betri lunnar fyri hann og liðið, sigur KÍ venjarin við heimasíðu felagsins.
Gilli Rólantsson Sørensen er 33 ára gamal, og hann sigur seg vera uppsettan at taka eitt tørn aftrat í KÍ:
- Eg eri ótrúliga takksamur fyri, at vera partur av besta hópinum, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Svongdin og drívmegin í hesum hópinum er heilt serlig! Felagið er sera sterkt, man vil vera best og ein er ikki bangin fyri at seta orð á tað. Annars vil eg bara siga takk fyri allar løturnar í ár. Vit ynskja at droyma stórt og seta hægri mál fyri komandi ár. Takk til tykkum sum stuðla og takk til allar teir fantastisku áskoðararnir. Samanhald, felagsskapur og vinnaramentalitetur – tað er KÍ, sigur Gilli Rólantsson Sørensen við KÍ heimasíðuna.











