Gilli Rólantsson fer í morgin at skriva undir sáttmála við Odd Ballklub, sum spælir Elituseriuni í Norra. Hann hevur verið sáttmálaleysur, eftir at sáttmálin gekk út við Brann. Hann verður nú kappingarneyti hjá Brann í besti deildini í Norra.
Tað er norska blaðið,Telemarksavisa, sum veit at siga at Gilli Rólantsson skiftir til Odd. Hann hevur verið settur í samband við feløg bæði í Grikkalandi og Russlandi, men nú er valið fallið á Odd Ballklubb.