TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Gilla R. Sørensen, sum spældi ein av sínum betri landsdystum í 1-5 tapinum ímóti Portugal.
Gilli R. Sørensen hevði eisini eina góða kenslu av fyrsta partinum av dystinum, har hann heldur, at tað gekk væl hjá sær og liðfeløgunum, men hann viðgongur, at tað sá verri út í seinna hálvleiki.
Gilli R. Sørensen er svangur uppá meira, og hann sigur seg verða kláran at vinna á Andorra sunnudagin klokkan 17 á Tórsvølli.