Gilli Sørensen byrjar væntandi inni á vinstra bakki móti Norðurírlandi. Tað gjørdi hann eisini móti Grikkalandi, men mátti skiftast út við fipur í baklærinum tíðliga í fyrra hálvleiki.
Hoyr samrøðuna við Gilla Sørensen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg setti ferð á , men føldi so, at tað hendi okkurt í baklærinum. Mín fyrsti tanki var at royna at strekkja út og spæla víðari. Tað gekk als ikki, greiðir Gilli Sørensen frá, sum tó kláraði at njóta sigurin frá síðulinjuni av.
Les eisini: Sonni Ragnar greiðir frá síni støðu
Gilli spældi ikki í sjey vikur, men hann er nú tøkur aftur.
Les eisini: Norðurírski landsliðsvenjarin vil ikki hoyra talan um umberingar
- Eg havi fingið góða viðgerð. Eg mangli kanska tað seinasta, men nú fáa vit at síggja, sigur Gilli.
Gilli er heldur ikki bangin fyri at spæla á vinstra bakki aftur hesa ferð, um tað verður hansara leikltur.
- Eg bleiv innskiftur nakrar ferðir á vinstra bakki fyri Aab. Tað passaði mær væl. Eg eri vongur, men sigi ikki nei til at spæla á bakkinum, sigur Gilli Sørensen, sum stríðist fyri at koma á besta liðið aftur.
Les eisini: Lars sent Hanus heim
- Eg skal í gongd aftur og inn at avrika á eykaliðnum. Eg skal bara finna meg sjálvan aftur og venja meiri enn hinir, sigur Gilli.
Landsdysturin móti Norðurírlandi verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.