Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, sum mikukvøldið fyri fyrstu ferð fekk møguleikan frá byrjan á besta liðnum hjá AaB, fekk aftur í kvøld spælitíð fyri AaB. Tíverri fyri Gilla, so var leikluturin í dag sum innskiftari, hóast hann framdi eitt gott avrik í seinasta dystinum.
Gilli kom inn, tá á leið 10 minuttir vóru eftir av dystinum, og hann var partur av liðnum, tá avgerandi málið í dystinum kom. Ikki fyrrenn í allarseinastu løtu eydnaðist tað AaB at skora, soleiðis at endaliga úrslitið av dystinum varð 1-0 til AaB.
Einans tvey umfør av donsku Superliguni resta nú. AaB liggur á fimta plássið í deildini.