Gilli loksins sloppin av við skaðan

- Tað var fantastiskt at koma á vøllin aftur, sigur Gilli um fyrstu venjingina eftir drúgva skaðasteðgin.

Føroyski landsliðsleikarin hjá donsku meistarunum í AaB, Gilli Sørensen, hevur vegna fótskaða ikki verið við í fyrireikingunum hjá AaB-hópinum til kappingarárið, sum júst er farið í gongd.


Talan var um ein skaða á framsíðuni á øklinum í høgra fóti, sum var somikið álvarsamur, at Gilli varð lagdur undir skurð síðst í juni. Læknarnir fínpussaðu økilin við kikaraviðgerð, Gilli hevur verið undir uppvenjing og í dag upprann so dagurin, har Gilli aftur rann á vøllin at venja.


- Tað var fantastiskt at koma á vøllin aftur. Tær næstu vikurnar má eg bara venja hart og eitt sindur meira enn hinir fyri at koma ordiliga í gongd aftur, sigur Gilli við in.fo í kvøld.


- Eg vandi saman við fysioterapeutinum og gjørdi nógvar renningar við og uttan bólt, so tað var deiligt, sigur hann.


AaB tryggjaði sær í gjár víðari luttøku til play off-dystin um at koma í Champions League-bólkaspælið. Hetta merkir, at felagið í minsta lagi fær pláss í bólkaspælinum í Europa League, og at tað undir øllum umstøðum verður ein strævin dystarskrá hjá AaB.


Hetta kundi bent á, at fleiri leikarar leikarar fáa møguleikan eitt nú í heimligu kappingunum, men Gilli tekur tað púra róliga og hugsavnar seg um at gera tað gott.


- Møguleikarnir eru góðir. Eg skal arbeiða hart undir venjing hvønn einasta dag, og so skal mín kjansur nokk koma fyrr ella seinni. Tað snýr seg um at halda høvdið kalt og taka av, tá ið ein einaferð fær kjansin, sigur hann at enda.