Gilli og Vejle eru farin hvør til sítt

Vejle BK boðar frá, at sáttmálin millum felagið og Gilla Rólantsson er slitin

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gilli Rólantsson í dysti móti Kosovo

Vejle BK boðar frá, at sáttmálin millum felagið og Gilla Rólantsson er slitin. Føroyski landsliðsspælarin hevur spælt við Vejle síðani í summar, men tað bliv bara til sjey dystir.

 

Gilli Rólantsson tók øll á bóli, tá hann í mars mánaði skifti til TB, men tað var allatíð við tí fyri eyga, at koma víðari aftur. Í summar skrivaði 31 ára gamla trongisvágsingurin ein eitt ára sáttmála við Vejle BK í donsku Superliguni. Felagið sigur, at partarni eru samdir um at enda samstarvið.

 

- Hetta hendir við støði í eini felagsstøðu millum partarnar. Manglandi spælitíð og skaðar hava gjørt, at tíðin hjá Gilla í Vejle tíverri ikki hevur verið sum partarnir høvdu ynskt. Við tanka um flytingarvindeygað í januar, so er tað best fyri báðar partar at steðga her, sigur ítróttarstjórin í Vejle, Marius Adrian Nicolae.

 

Ítróttarstjórin leggur afturat, at Gilli Rólantsson hevur verið ein góður liðfelagi hesa tíðina og atburðurin er sum hjá einum yrkisspælara.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gilli Rólantsson í dysti móti Kosovo