Gilli spælir bakkur um eg sigi tað

Lagið var gott aftaná tíðindafundin í gjár

Lars Olsen var í góðum lag, tá tíðindafundurin var liðugur á Swissporarena í gjár. Landsliðsvenjarin fekk seg veruliga royndan á týskum, sum er eitt av málinum, ið tey tosað í Sveis.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Liðið hevur ein trupulleika á vinstra bakki og Gilli R. Sørensen hevur verið nevndur sum ein avloysari. Hann vil hinvegin ikki spæla á vinstra bakki, tí hann sær seg sum ein vong.

 

- Eg skilji væl hvar Gilli R. Sørensen kemur frá, so eg skilji hann, men um eg sigi at hann skal spæla á vinstra bakki, so ger hann tað, sigur Lars Olsen.

 

Rás2 er á staðnum og sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 17.