Felagið hevur bjóðað mær tríggjar sáttmálar, sum eg havi vrakað. Eg vænti næstan ikki, at teir koma við einum fjórða, sigur Gilli Rólantsson.
In.fo skrivaði í farna mánaði, at enn var eingin semja millum Gilla Rólantsson og norska felagið Brann um nýggjan sáttmála. Í dag sigur føroyski landsliðsspælarin við Miðlahúsið, at støðan er óbroytt.
- Vit eru júst farnir undir venjingar aftur, so eg fari at tosa við felagið ein av komandi døgunum, men enn er støðan tann sama, sigur hann.
Gilli Rólantsson hevði eitt stak gott kappingarár í norskum fótbólti í fjør. Meðan hann í 2016 spældi 7 dystir og skoraði eitt mál, spældi hann í fjør 25 av 30 dystum í Elituseriuni, skoraði 4 mál og legði upp til trý onnur.
Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum og kann tí fara ókeypis til okkurt annað felag næsta vetur. Tí kundi felagið hugsað sær, at longt sáttmálan, men Gilli Rólantsson sigur, at so má tilboðið verða betur enn tað, sum higartil hevur verið á borðinum.
- Eg havi verið ein av stuðulsleikarunum á liðnum farna kappingarár og eg haldi tað er rímiligt, um tað endurspeglast í lønini, sigur hann.
Um tað ikki skuldi eydnast at skriva ein nýggjan sáttmála, so fer hann at biðja felagið um at selja seg til eitt annað felag longu í vetur.
- Eg skrivi gjarna undir ein nýggjan sáttmála, um hann er nóg góður, men um ikki vil eg fegin sleppa til eitt annað felag longu nú í januar, sigur hann og vísir til, at fleiri útlendsk feløg hava víst áhuga fyri sær.
Teir byrjaðu aftur at venja mánadagin og lagið í hópinum er gott.
- Eg geri mítt besta, venji so gott eg kann og eri annars púra róligur um sáttmálastøðuna. Hasum tekur umboðsmaðurin hjá mær sær av, inntil tað er nakað ítøkiligt hjá mær at taka støðu til, sigur Gilli Rólantsson.