Kian Rosenberg Larsson við kunstnaranavninum Gilli kemur til Havnar í summar at halda konsert á Tórsfest 2023.
- Hesin sera vælumtókti danski rapparin var fyri fjórða árið á rað mest stroymdi kunstnarin í Danmark í 2022, enn ikki Ed Sheeran ella Taylor Swift vóru betri umtóktir enn Gilli, og tað sigur ikki lítið.
Fyrireikararnir Tórsfest vísa á, at Gilli javnan vinnir virðislønir prísir fyri sín tónleik og hevur verið dominerandi til Danish Music Award.
- Hann er uttan iva hin best umtókti rapparin í Danmark, og tykist hann at fevna um fleiri aldursbólkar.
Kian Rosenberg Larsson gav út tvær útgávur í 2022 – Carnival og Suave World, og hesar eru sera væl umtóktar.
- Hann hevur sera sjáldan konsertir, og tá hann hevur, eru tað langar bíðirøðir til at fáa fatur á atgongumerkjum.
Í oktober í fjør hevði hann eina konsert í Royal Arena, ið var so væl umtókt, at eftirspurningurin eftir honum er vorðin enn størri.
- Tískil er tað stórt, at Tórsfest hevur megnað at fáa hann til Havnar í 2023, siga fyrireikararnir.