Ginur fyri allar pengarnar

Í dag fer nýggi leikurin hjá Leikhúsinum Grímu av bakkastokki. Talan er um Ginu søgur, ella Vagina Monologues, eftir Eve Ensler

Fyrsti leikurin í hesum leikárinum hjá Leikhúsinum Grímu byrjar í dag. Byrjað verður við Ginu søgum eftir Eve Ensler.
Í einum broti, sum fjølmiðlarnir sluppu at síggja seinnapartin hósdagin, var lagt hart út. Um tú ætlar tær til henda sjónleikin, skalt tú ikki smæðast. Har er álvari blandaður saman við gaman, og tað mesta av tíðini situr tú og spennir í smílibondini.
? Vit smæðast ikki longur við at spæla sjónleikin. Sjálvandi hava vit bæði grátið og flent meðan vit hava vant, men nú er hetta ongin trupulleiki, siga Birita Mohr og Gunnvá Zachariasen, sum eru tvær av teimum trimum sjónleikarunum. Tann triðja er Kristina Hansen.
? Sjálvandi fara nógvir tankar í gongd, tí hetta er veruliga eitt tabu evni. Kvinnur her eru ikki von at tosa um vaginurnar ? ginurnar ? hjá sær. Men ein kann so heilt vist siga, at tað er viðkomandi.
Monologarnir, søgurnar, eru nógvir og varierandi. Ein menniskjalagna er aftanfyri hvønn monolog.
Hjá Grímu vænta tey nógv fólk at koma at hyggja.
? Vit vænta, at fyrst koma konurnar. Síðani venda tær aftur við manni, døtrum, mammu ella onkrum øðrum.
Hvussu leingi sjónleikurin verður á skránni er ilt at meta um. Men palluppsetingin er so einkul, at ætlanin er eisini at fara út at ferðast við leikinum.