Gittarleikarin Eddie Van Halen er deyður

Amerikanski gittarleikarin Eddie Van Halen er deyður eftir longri sjíukralegu. Hann gjørdist 65 ár, skrivar Variety.

 

Eddie Van Halen, sum er kendur úr rockbólkinum, er deyður 65 ára gamal.

Hann hevur í longri tíð verður sjúkur av krabbameini, skrivar miðilin Variety.

Á Twitter skrivar sonur hansara, Wolfgang Van Halen, at Eddie Van Halen var tann besti pápin, sonurin hevði biðið um.

– Hvørja løtu eg havi verið saman við honum á og aftan fyri pallin vóru ein gáva.

– Hjarta mítt er knúst, og eg vænti ikki, at eg nakrantíð komi yvir missin, sigur hann.

Eddie Van Halen var føddur í Hollandi, men vaks upp í Pasadena í California og stovnaði saman við beiggja sínum bólkin Van Halen.

Bólkur er millum annað kendur fyri hittið »Jump« av plátuni »1984«

/ritzau/