Tað gongur striltið hjá Giza Hoyvík í næstbestu fótbóltsdeildini at vinna úrtøku á nýggja heimavøllinum í Hoyvík. Í vígsludystinum, sum var 17. juni ímóti Suðringum, endaði tað við 4-1 heimasigri.
Síðani hevur Giza Hoyvík spælt tvær ferðir á heimavølli. Fyrra ferðin var ímóti B68, sum fór til hús við 2-0 sigri. Í kvøld var mótstøðuliðið teir næstbestu hjá Víkingi, sum fóru til hús við 3-0 sigri.
Giza Hoyvík hevur seytjan stig og er á áttanda plássi – eitt stig frammanfyri B36.
U-19 spælarin Arnbjørn Svensson legði Víking framum við fínum skoti, sum streyk eftir vøllinum og í málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Gestirnir vóru væl meiri á bóltinum, og tveir minuttir undan steðginum økti U-19 spælarin Magnus Heinason um leiðsluna til 2-0.
Fýra minuttir undan leikloki staðfesti U-19 spælarin Regin Arnason Jensen Víkinga sigurin.
Víkingur er á fimta plássi við 28 stigum – einum færri enn NSÍ.