Gerið BETRI DEMOKRATISKT

Kim Hansen, Umboðsráðslimur í “Betri” (Ognarfelag Tryggingartakaranna), hevur í gjar áhugaverda grein um Limakrónurnar.

Vil mæla til at tit lesa greinina og gera tykkara egnu meting.

 

Betri er eitt sínámillum felag - Kim kemur eisini inn á grundleggjandi tankan við sínámillum feløgum. 

Útlutan av limakrónum

Lutanin av limakrónum fer í stóran mun til tryggingartakarar við stórum váða og harvið stórum skaða-endurgjaldið, hetta eru alt vinnukundar.

Somu vinukundar verða mettir  minst 10 ferð hægri enn vanligi Palleba-kundin, tá talan er um atkvøðurætt til Umboðsráðið.

 Tá Limakrónurnar vóru samtyktar, vísti eg á hesi viðurskifti, eg skeyt upp, at man, um ikki annað, tók hædd fyri skaðaprosentinum hjá einstaka tryggingartakaranum, í samband við útgjald – soleiðis bleiv ikki. 

Gerið felagi demokratiskt

Feløg, sum Betri, vera kallað demokratisk, tá skipanin er bygd á EIN tryggingartakari EINA atkvøðu.

Felagið kann kanska kallast “Seudo” demokratiskt – tað er ikki nøktandi.

 Henda skeiv støða, ger felagið veikari í mun til ágang frá yvirtøku-hugaðum snilligum – sjalvsøknum kræddarum.

Upplegg til kvettroynd var snikkað til fyri nøkrum árum síðan.

 

Andrass Skaalum,

Fyrrverandi umboðsráðslimur.

23. maj 2025