Giza Hoyvík nógv nærri bjargingini

Tað var sera undirhaldandi, tá ið NSÍ noyddist úr Hoyvík við 4-3 tapi

Tað var málríkt, skiftandi og harvið undirhaldandi, tá ið Giza Hoyvík í dag vann 4-3 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til Giza Hoyvík, sum beinanvegin eftir steðgin økti til 2-0. Fyrra málið skoraði Solomon Kwao, og tað var Niklas Joensen, sum økti um munin til 2-0.

 

NSÍ varð roknað at vera favorittur, og lítla løtu eftir 2-0 málið skoraði NSÍ tvær ferðir, og so var støðan 2-2. Í báðum førum var tað Debes Danielsen, sum var málskjútti.

Málini vórðu skorað í 54. og 55. minutti. Tá ið Martin Joensen so i 58. minutti legði NSI framum 3-2, kundi tað sæð út til, at heimaliðið fór at standa eftir við ongum.

 

Giza Hoyvík reisti seg tó, og síðsta korterið skoraði heimaliðið tvær ferðir. Tijani Mohammed javnaði til 3-3, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Jósup Henriksen, sum varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin, sigursmálið. Hann hevur burtursæð frá 2007, tá ið hann var í B68, altíð spælt við KÍ, sum hann eisini umboðaði undan summarsteðginum. Hetta var onnur ferðin, at hann spældi við Giza Hoyvík, og máltevinum bilar framvegis einki.

Sigurin ber við sær, at Giza Hoyvík nú hevur 25 stig og er fýra stig frá ófrættakenda níggjunda plássinum.

Tapið ber við sær, at NSÍ datt av fjórða og aftur á fimta plássið.

 

Heilt merkisvert var tað, tá ið Giza Hoyvík misnýtti brotsspark, meðan støðan var 3-3. Tað restaðu fýra minuttir, tá ið miðvallarin Evrard Blé royndi seg úr ellivu metrum. Men dómarin, Johan Petur Michelsen, kolldømdi og gav NSÍ fríspark, tí hann metti, at tað skuldi sektast, tá ið Evrard Blé rann ólógliga til bóltin. Hann steðgaði á, áðrenn hann smekkaði til.

Misnýtta brotssparkið vísti seg kortini einki at kosta, tí nýggi klaksvíkingurin í Giza Hoyvík skoraði sigursmálið í 92. minutti.