Gjøgnum tíð og rúmd í tinghúsinum

Tíðliga seinnapartin mikudagin kom málningurin hjá Ingálvi av Reyni, Gjøgnum tíð og rúmd upp at hanga í tingsalinum. Allir løgtings- og landsstýrismenn vóru komnir saman at síggja málningin, og Ingálvur og konan, Elsa, vóru eisini hjástødd

Ingálvur av Reyni er listarmaðurin aftanfyri málningin, Gjøgnum tíð og rúmd, sum mikudagin kom upp at hanga í tingsalinum. Málningurin hongur aftanfyri tingformannin og røðarapallin.
Mikudagin vóru allir løgtings- og landsstýrismenn komnir saman fyri at síggja málningin, og var Ingálvur sjálvur og konan, Elsa, eisini hjástødd.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, takkaði Ingálvi fyri, at hann vildi átaka sær uppgávuna, sum allir løgtings- og landsstýrismenn koma at gleðast yvir.
Tá Ingálvur av Reyni fyrstu ferð varð spurdur um, at hann vildi mála ein málning til tingsalin, bar hann seg undan, tí hann segði, at heilsa og aldur bilaðu.
Eina tíð seinni hoyrdist tað, at Ingálvur var betri fyri, og hann varð tí spurdur einaferð afturat, og hesuferð var svarið játtandi.

Dámar væl
Heidi Poulsen, arkitekturin aftanfyri tingsalin, er væl nøgd við málningin, og heldur, at hann tekur seg væl út á vegginum aftanfyri tingformannin.
? Tingsalurin er neutralur í litum, og litirnir koma frá fólkunum inni her. Tá tað kemur til litirnar, so stuðla teir uppundir rúmið, sigur Heidi Poulsen.
? Tað, at málningurin hongur aftanfyri tingformannin og røðarapallin ger, at røðarapallurin verður settur í fokus.
Heidi fortelur, at Ingálvur gjørdi fyrst ein málning at hanga upp sum roynd. Hann vildi síggja, hvussu málningurin megnaði frástøðuna í tingsalinum, tí atelierið er ikki størri enn eini 4-5 metrar. Hann var ikki nøgdur við tann málningin, so tí varð hesin málaður, og verður mett, at hann tolir betri frástøðuna, tí tingsalurin er so stórur.
? Eg eri væl nøgd við málningin, og mær dámar hann væl, sigur Heidi Poulsen.
Og eftir løgtings- og landsstýrismonnum at døma, so vóru teir allir á einum máli um, at málningurin var eitt meistaraverk.