Gjørdu seg inn á kirkjugarð

Libyskir uppreistrarmenn, sum vóru við í bardaganum ímóti Muammar Gaddafi og heri hansara, hava gjørt seg inn á ein bretskan hernaðarkirkjugarð í býnum Benghazi, har hermenn, sum fullu í seinna heimsbardaga, liggja jarðaðir.

Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at menninir rendu fleiri gravsteinar um koll, og at teir brutu ein stóran kross á kirkjugarðinum. Sagt verður, at búrkropparnir vóru í hermannabúna, og at teir vóru vápnaðir.

1.214 hermenn eru jarðaðir í bretska hermannakirkjugarðinum í Benghazi. Meiri enn 1.000 teirra vórðu ikki eyðmerktir, og av teimum eru 851 bretar. Í kirkjugarðinum liggja eisini hermenn úr Avstralia, Ný Sælandi, India og Suðurafrika, sum gjørdu tænastu í bretska herinum í Norðurafrika undir seinna heimsbardaga.