Gjørdust nummar 12 av 66 liðum

(Frá Rás2) Hoyr Boga Simonsen greiða frá einum framúr avriki hjá føroyska bridgelandsliðnum í sterkari kapping í BerlinTR

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát, sum Rás2 hevði seinnapartin við Boga Simonsen, bridgespælara.

 

Samrøðan var gjørd í samband við, at føroyska bridgelandsliðið stóð fyri einum framúr góðum avriki í sterkari bridgekapping í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Kappingin var dagarnar 29. apríl til 1. mai.

 

Tað eydnaðist føroyska bridgelandsliðnum at gerast nummar 12 av 66 liðum. Bert eitt vánaligt avrik í tí seinasta dystinum forðaði fyri, at Føroyar ikki endaðu í topp-10.