Í framtíðini fer tað kanska at kosta pengar at koyra bil í teimum størru býunum í Danmark. Í Keypmannahavn hava teir kommunalu politikararnir leingi umhugsað at krevja pengar frá teimum, sum brúka bil inni í miðbýnum, og nú frættist, at sama hugskot verður umhugsað í Århus og í Odense. Anker Boye, býráðslimur í Odense og fyrrverandi formaður í danska kommunufelagnum, sigur við DR, at eftir metingum fer danska bilferðslan at veksa 70 prosent næstu 20 árini, og tí verða avmarkingar neyðugar, sigur hann.