Meðaloddsini fyri føroyskan sigur í Parkini eru heili 53,73

Hægstu oddsini sum fáast fyri danskan heimasigur eru 1,05

16 altjóða veddingarfyritøkur eru ikki í iva. Danmark vinnur HM-undankappingardystin móti Føroyum á heimavølli í Parkini í Keypmannahavn í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktin hjá FM1 byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30. 

 

Danmark hevur vunnið átta av átta undankappingardystum higartil, og hevur ikki latið mál inn. Ein tann strævnasti sigurin hjá Danmark var á útivølli móti Føroyum, tá teir bert vunnu 1-0 við sigursmáli seint í dystinum.

 

Men 16 veddingarfyritøkur eru ikki í iva um, at Danmark fer at vinna á Føroyum í Parkini í annaðkvøld. Meðaloddsini uppá føroyskan útisigur eru 53,73. 

 

Hægstu oddsini uppá danskan heimasigur eru 1,05. 

 

Meðaloddsini uppá javnleik eru 16,5.

 

Veddingarfyritøkur: Danmark-Føroyar  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   1.04 18.00 44.00
188Bet  1.01 12.0020.00
1xBet   1.05 19.00 60.00
bet-at-home   1.03 13.00 45.00
bet365  1.0417.0041.00
Betfair  1.0320.00 91.00
Betsafe   1.04 17.00 67.00
Betsson   1.04 17.00 67.00
BetVictor   1.04 18.00 76.00
Betway  1.0315.00 51.00
bwin   1.04 16.50 56.00
ComeOn   1.03 18.00 36.00
Interwetten   1.03 15.00 50.00
Pinnacle  1.0416.8350.05
Unibet   1.05 19.00 51.00
William Hill   1.0215.0061.00
youwin   1.03 13.00 51.00
Betfair Exchange   1.05 20.95 76.05
Gjøgnumsnitsodds1.0416.5053.73