Gjørdist illur tá hann skuldi burturvístast

Ein maður fekk í gjár bót fyri brot á skilhaldsreglarnar

Løgreglan varð boðsend í Havn í gjár, tá ein handil í Havn vildi burturvísa ein mann, sum var óynsktur í einum handli. Hetta var um 16.30 tíðina í gjár.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at tey í handlinum kendu hendan persónin frá fyrr av, og tí vildu tey ikki hava mannin í handlinum. Men tá løgreglan kom fyri at fáa mannin út, gjørdist hann illur í sær, og tað endaði við, at hann fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Í Klaksvík var eitt lítið ferðsluóhapp um átta tíðina, tá ein bilur skuldi koyra út av einum parkeringsplássi. Hann tók í ein annan bil, sum fekk nakað av skaða, men tað hevði ikki nógv upp á seg. Annars eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin.