Nýskipanarnevndin hevur lagt fram sítt fyrsta tilmæli, sum snýr seg um bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini. Í tilmælinum stendur:
- Nevndin mælir til at fara úr níggju aðalráðum niður í seks aðalráð.
- Nevndin mælir til at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at tað í mesta lagi kunnu vera seks aðalráð og at landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landsstýrisfólk umframt løgmann.
Nýskipanarnevndin vísir á, at miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet og eitt sterkari fakligt umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari.
Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til seks aðalráð við politiskari semju.
Tað er breið politisk semja um at fylgja tilmælinum frá nýskipanarnevndini um at tað eiga at vera seks landsstýrisfólk og aðalráð í Føroyum.
Løgmaður ætlar tí at fylgja tilmælinum beinanvegin, men við smærri tillagingum í málsøkjabýtinum. Tað merkir, at nýggi bygnaðurin kemur í gildi 1. desembur 2025.
Um nýggja bygnaðin
Trý aðalráð fella burtur, eins og at málsøkini vera býtt øðrvísi.
Nýskipanarnevndin mælir til, at nýggi bygnaðurin í landsfyrisitingini sær soleiðis út umframt Løgmansskrivstovuna:
- Fíggjarmálaráðið
- Vinnumálaráðið
- Útbúgvingar- og Mentamálaráðið
- Almanna- og Heilsumálaráðið
- Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið
Løgmaður tekur undir við tilmælinum, men við smærri broytingum í málsøkjabýtinum.
Aðalráðini koma tí frá 1. desember 2025 at vera hesi umframt Løgmansskrivstovuna:
- Fíggjarmálaráðið
- Vinnumálaráðið
- Barna- og Útbúgvingarmálaráðið
- Almanna- og Heilsumálaráðið
- Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið
Val av landsstýrisfólkum til tey nýggju ráðini
Løgmaður ger broytingar í landsstýrinum, og fimm landsstýrisfólk manna tí nýggju ráðini. Tey eru:
- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og umhvørvismálum og varaløgkvinna
- Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
- Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
- Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum
- Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum
Hetta merkir samstundis, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, verða loystir úr embæti hin 1. desember 2025.
##med2##
Val av aðalstjórum til tey nýggju ráðini
Løgmaður er setanarmyndugleiki hjá aðalstjórunum og hevur løgmaður tí heitt á løgmansstjóran um at koma við einum tilmæli til hvørjir av teimum í dag átta aðalstjórunum skulu leiða tey fimm nýggju aðalráðini.
Allir verandi aðalstjórar lúka krøvini til aðalstjórastarvið, sum starvslýsingin í mai 2023 var grundað á, tá søkt var eftir trimum aðalstjórum. Løgmansstjórin hevur tí – aftrat hesum - tikið støði í álitinum um setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum, sum løgmaður fekk handað í desembur 2023.
Nakrar av niðurstøðunum í álitinum vóru:
- at verandi aðalstjóraskipan er ov stirvin
- at greið undirtøka er fyri, at aðalstjórar vera settir í áramálssett størv
- at greið undirtøka er fyri einari nátúrligari roteringsskipan fyri aðalstjórar.
Løgmaður hevur tikið avgerð um, at hesir aðalstjórar halda fram:
##med3##
Les alt tilmælið hjá nýskipanarnevndini her.













