Glað fyri fakið og vantandi evni til at siga nei

Fyri tveimum mánaðum síðani fekk Hanna á Reynatúgvu, forkvinna í Ergoterapifelagnum, ROPOX-virðislønina á 20.000 krónur fyri slóðbrótandi arbeiði sítt í fakfelagsarbeiði.

- Hanna hevur víst ein djúpan persónligan áhuga fyri yrkinum, sum hon ger vart við til eitthvørt høvi, siga limirnir í felagnum, ið innstillaðu Honnu.

Seinast í november mánaði í fjør fekk Hanna á Reynatúgvu, ergoterapeutur, tey gleðiligu boð, at hon hevði vunnið ROPOX-virðislønina 1998 fyri ótroyttiliga arbeiðið at gera vart við, verja og fremja ergoterapiyrkið í Føroyum. Virðislønin, sum eitt danskt møblavirki letur, er vanliga 10.000 krónur, men eftir sum, at talan var um tíggjundu virðislønina, varð hon tvífaldað. Hon verður latin fyri eitthvørt munagott arbeiði innan ergoterapiyrkið.

- Eg var stórliga bilsin, tá ið eg fekk at vita, at eg var innstillað til virðislønina, sigur Hanna á Reynatúgvu lítillætin.

Tað vóru limirnir í Ergoterapifelagnum, ið innstillaðu Honnu. Og í tilmælinum til donsku dómsnevndina siga limirnir.

- Hóast Hanna ongar royndir hevði í fakfelagsarbeiði kastaði hon seg út í uppgávuna við eldhuga og treiskni, sum hevur gjørt hana til eina framúr góða forkvinnu í felagnum. Mongu sáttmálasamráðingarnar, ið hava verið gjøgnum tíðina hava langt frá altíð verið serliga fyrimyndarligar hjá eini útiarbeiðandi smábarnamammu. Kortini hevur Hanna altíð staðið á odda, tá ið samráðingar hava verið. Eisini tá ið tað hevur viðført nætur í bilinum í soviposa og við einum matpakka. Alt hetta fyri at gera vart við, verja og fremja ergoterapiina í Føroyum.

- Hanna hevur víst ein djúpan persónligan áhuga fyri yrkinum, sum hon ger vart við til eitthvørt høvi. Hon hevur sett seg í samband við myndugleikar fyri at slóða fyri størvum og fyri at halda fast í størv, sum hava verið hótt. Hon eigur heiðurin av, at nýútbúnir ergoterapeutar fáa starv í yrkinum, tá ið teir eru komnir heim.

- Hóast hon er lítillætin er hon ógvuliga beinleiðis og erlig, men hon megnar altíð at loysa trupulleikarnar uttan at tað verður keðiligt ella pínligt fyri teir stríðandi partarnar. Samráðingarevni og sakleiki hennara gera, at hon er vird alla staðni.


Breitt starvsøki

Ergoterapeutarnir í Føroyum eru fáir í tali, 18 eru í arbeiði á stovnum kring landið og tveir eru farnir frá fyri aldur. Men tá ið Hanna kom heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving í áttatiárunum kundu ergoterapeutarnir teljast á eini hond. Tískil hevur felagið hjá teimum verið sera lítið og ókent manna millum.

- Vit vóru ógvuliga spjødd, eingin kendi hvønn annan, men tá ið vit innkallaðu til ein fund gjørdu vit av at gerast eitt áhugafelag í tí danska felagnum. Í byrjanini hevði eg ikki so stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði, men tað kom so við og við, tá ið eg byrjaði at arbeiða fyri felagið,

- Seinni tá ið landsstýrið gjørdi av at tað ikki longur hevði sáttmálasamráðingar við donsk fakfeløg gjørdust vit eitt felag við egnum samráðingarrætti. Og tað er fyri tað arbeiðið eg havi gjørt, sum eg eftir øllum at døma havi fingið eina virðisløn fyri, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum er fyrsta og einasta forkvinnan í felagnum.

Ein av fyrstu uppgávunum hjá forkvinnuni í felagnum var at gera vart við starvsøkið og at útvega arbeiði til tey, ið hava útbúgvingina.

- Í grundini eru ergoterapiøkið eitt rættiliga nýtt øki í Føroyum. Tað er eitt sera breitt arbeiðsøki og útbúgvingin kann brúkast alla staðni. Grundleggjandi tekur yrkið støði í aktivitetsstøðuni í gerandisdegnum, tað vil siga, at tað snýr seg um at vegleiða fólk í at klára seg sjálv í gerandisdegnum í øllum gerðarmálum. Ergoterapeutar síggja persónar sum eina heild, sálarliga, likamliga og sosialt, og eru góðir málsviðgerðarar. Tað gamla er, at ergoterapeutar høvdu til uppgávu at fáa fólk at gera eitthvørt handaligt fyri at avleiða tankarnar frá elli, sjúku og øðrum. Hetta er broytt til at taka støði í persóninum og fáa viðkomandi at klára seg sjálvan so og so. Men uppvenjing av bæði børnum, ungum og eldri, er framvegis partur av arbeiðsøkinum hjá okkum, sigur Hanna á Reynatúgvu.


Stórir møguleikar

Hanna á Reynatúgvu hevur í nógv ár arbeitt á Arbeiðseftirlitinum. Í dag hevur hon eina tíðaravmarkaða uppgávu í Almanna- og heilsustýrinum.

- Hetta er ein verkætlan, ið tekur tríggjar mánaðir, har eg kanni hvørjir møguleikar liggja í at broyta og bøta um hjálpitólatænastuna. Alt økið, ið hevur við hjálpitól at gera, eigur at gerast greiðari soleiðis at tænastan verður betri fyri einstaka brúkaran, sigur Hanna á Reynatúgvu.

Nógvir føroyingar eru undir útbúgving sum ergoterapeutur og forkvinnan í Ergoterapifelagnum heldur, at góðar vónir eru fyri framman í fakinum.

- Ergoterapiyrkið hóskar væl til tíðina í dag. Tað er nógv frammi í dag, at eldri fólk eiga at klára seg sjálv í egnum heimi sum longst og tað er ein uppgáva hjá ergoterapeutum at hjálpa teimum á veg. Her liggja stórir møguleikar. Eingin ergoterapeutur arbeiðir á Sernámsdeplinum, á Klaksvíkar og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað er eisini eitt øki, vit eiga at koma inn á, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum tá ið verkætlanin í Almanna- og heilsumálastýrinum er liðug er sín egni harri.