Glaður um at vera á lívi

- Eg eri fegin um, at eg framhaldandi eri á lívi, sigur ein teirra, sum var við í kjallaranum, har ein 26 ára gamal maður í Noregi misti annan fótin av fýrverki í gjár Seinnapartin í gjár var ein rættiliga hørð spreinging í einum kjallara í Rogalandi í Noregi, har fimm ungir menn fingust við at gera bumbur úr rakettum. Spreingingin var so hørð, at húsini lyftust á grundini, vindeygu fóru í knús, og hurðar sprongdust upp. Eldur kom í, men tað eydnaðist sløkkiliðnum at bjarga húsunum.

Húsaeigarin, sum er ein 26 ára gamal maður, misti annan fótin, og nú royna læknarnir at bjarga beininum, sum hevur verið fyri stórum løstum. Ein annar fekk álvarslig brunasár. Allir fimm fingu skaðar av spreingingini, høvdu brunasár og bløddu illa, tá ið hjálparfólk komu á staðið.

Tann 26 ára gamli við tí illa meidda beininum megnaði at koma út úr húsunum, áðrenn hann small um úti í túninum. Hin 24 ára gamli fekk álvarslig brunasár og teir tríggir, ið eftir vóru, bløddu illa og mólu í klingur ógvuliga fjálturstungnir.

Bæði løgreglu-og sløkkiliðsfólk halda tað vera ótrúligt, at hesir fimm ungu menninir ikki fingu nógv størri skaðar í hesi hørðu spreinging.

Ungu menninir høvdu keypt fýrverkið lógliga, men vóru í holt við at gera bumbur úr rakettunum.

- Trupulleikin er, at tá ið tú setir slíkt saman og letur alt ganga av í senn, fleirfaldast spreingimegin, sigur løgreglan.

Ivi hevur verið um, hvørt ungu menninir eisini brúktu dynamitt, men hetta avsannar ein teirra.

- Eg síggi á netinum, at løgreglan heldur, at vit brúktu dynamitt. Tað er ?bullshit?. Vit brúktu bara vanligt fýrverk, sigur ein teirra, sum slapp heimaftur av skaðastovuni eftir viðgerð.