Glasir á Fólkating

Hvat er munurin á at vera cooking og cooked? Svarið kemur í endanum.

 

Ógvuliga hóskandi fór mín fyrsta valplakat upp á Glasi – her eg havi mín gerandisdag og undirvísi okkara einastandandi ungdómi í búskaparligum lærugreinum.

 

Eg elski at arbeiða á Glasi og lata ungdómi av míni vitan. Tey eru yvirhøvur stuttlig, kreativ, gløgg og vilja gjarna læra. Treyðugt so endar okkurt fræi millum tornarnar, men annað fellir í góða jørð og gevur kanska fleirfalda grøði.

 

Glasir er ein vitanarstovnur, har sjálv kjarnin er upplýsing, upplýsing og upplýsing. Hví brúka vit 1,5 mia.kr. árliga upp á útbúgving í Føroyum? Jú, tí við upplýsing, lærdómi og útbúgving eru vit betur før at taka rættar avgerðir og at reka okkara samfelag so skynsamt sum gjørligt.

 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur øll árini raðfest upplýsandi arbeiði. Flokkurin hevur gjørt nógvar og góðar kanningar og frágreiðingar um alskyns viðurskifti so sum Russland, WTO, NATO, ES og nógv, nógv annað. Tá eg arbeiddi á Fólkatingi á sinni, stóð eg sjálvur fyri eini kanning um, hvat fær nýútbúnar føroyingar at flyta heim ella ikki.

 

Eg ætli mær at halda fram við slíkum upplýsandi arbeiði og varpa ljós á ymisk viðkomandi øki – og tey eru mong so sum lestrarstøða hjá ungum í Føroyum og Danmark, sjúkrastøða føroyingra í Føroyum og Danmark, Føroyar í ríkisfelagsskapinum, Føroyar og aðrar smátjóðir o.s.fr.

 

Nú til spurningin í byrjanini. Næmingarnir á Glasi hava eisini lært meg eina rúgvu t.d. munin á at vera cooking og cooked. Um tú ert cooking, so koyrir tað væl hjá tær, og tú fært nógv burturúr. Men um tú ert cooked, ja, so sær svart út, og tú ert komin í kløtur – men eg ætli mær sjálvandi at vera cooking á Fólkatingi.

 

 

 

Stutt um meg:

 

Eg eri 38 ár og familjumaður við fýra børnum á 10, 7, 5 og 3 ár.

 

Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari og undirvísi nú á Glasi.

 

Frítíðin fer nógv til hondbólt, har eg m.a. eri U3 venjari hjá Neistanum.

 

Í lestrartíðini arbeiddi eg hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi – sum var ein einastandandi tíð.