Í dag klokkan 16 letur stórfingin glaslistaframsýning upp í Vági. Sýningin verður í húsunum, har Suðuroyar Sparikassi helt til í mong ár.
Talan er um hjúnini Remigijus Kriukas og Indré Stulgaité Kriukiene, ið er kend glaslistafólk úr Litava.
Í heimlandinum eru tey kend, men eisini kring heimun er list teirra kend.
Og hetta er ikki hvør sum helst, ið komin er at vitja. Í glaslistaskemmu sínu hava tey 22 fólk í starvi, og teirra list verður seld í 20 ymsum londum.
Tað er Árni Brattaberg, ið hevur fingið listafólkini hendavegin. Árni Brattaberg, ið stovnaði fyritøkuna Sirri, hevur havt og hevur nógv sambond og virksemi í Litava, og listafólkini eru vinfólk hansara.
Hjúnini bæði hava luttikið í hópin av framsýningum ymsastaðni í heiminum. Tó siga tey seg vera sera hugtikin av Føroyum.
- Hetta er sum at koma á eina aðra gongustjørnu, siga tey bæði..
- Í August hava tey í Litava eitt afturvendandi tiltak, ið nevnist Glas Jazz, har eini 25 listafólk arbeiða saman. Ætlandi tekur Tróndur Patursson lut í ár, sigur Árni Brattaberg.
Meira sæst um glaslistina úr Litava á www.glasremis.lt
Framsýningin í Vági er opin frá í dag, 24. juni og til 23. juli. Allar dagar frá klokkan 16 til 19.