Afturvendadi tiltak
Hóast hetta er 14. árið á rað, at hondbóltsfelagið Neistin skipar fyri víðagitna og afturvendandi tiltakinum ?Aftur í 60-árini?, tykist áhugin á ongan hátt at verða minkandi. Heldur tvørturímóti. Og fyri at nøkta henda stóra tørv og gevum øllum teimum, sum vilja vera við til at fáa lív í aftur gomul dansiminni, møguleika at uppliva 60-uni umaftur, skipar Neistin eisini í ár fyri einum eyka tiltaki fíggjakvøld.
Frá byrjan var bert talan um hetta eina kvøldið, leygarkvøld. Tað er jú tá fólk hava frí og kunnu stákast og gera seg út til kvøldið, men so stórur hevur gravgangurin verið eftir atgongumerkjum til leygarkvøldið 21. apríl, at hundraðtals fólk hava staðið á ?bíðilista?. Og tað er henda bíðilista, sum ?Aftur í 60-árini? fríggjakvøld skal rudda upp í. Meðan tey 950 atgongumerkini til leygarkvøldið vórðu seld mest sum alt fyri eitt, er enn møguleiki at fáa pláss til tiltakið fríggjakvøldið 20. apríl. Fyrst í vikuni vóru eini 500 atgongumerki seld. So møguleiki skuldi verið fyri at fingið pláss í annaðkvøld.
Stóran týdning
Aftur í 60-árini er vorðið eitt av teimum best vitjaðu árligu og afturvendandi tiltøkunum av sínum slag her á landi. Tiltakið líkasum hevur fingið sín egna identitet ? er vorðið til eina hending, sum nærum 2000 fólk kring alt Føroya land gleða seg til og seta í kalendaran sum eitt av hæddarpunktunum í árinum. Tað hevur fingið ein sosialan umframt ein tónlistarligan týdning. Bindiklubbar, vinfólk o.o. seta av allan leygardagin 21. apríl at vera saman til gaman og álvara, áðrenn leiðin gongur víðari niðan á Nabb. Hitað verður bæði væl og virðiliga upp til at fara í høllina at hitta so mong onnur kend andlit og til at hoyra tann ?gamla? nærum kensluborna tónleikin.
Tað er ikki ov nógv sagt, at Vagnur Michelsen var undangongumaðurin, tá farið varð undir at skipa fyri tónleikatiltakinum ?Aftur í 60-árini? fyri næstan 15 árum síðani. Hóast mong onnur í Neistanum eiga sín stóra part í arbeiðinum, skerst ikki burtur, at Vagnur er tann einstaklingurin, sum einamest eigur lívið í tiltakinum. Sjálvur er hann fegin um, at hetta hevur kunnað givið Neistanum fleiri pengar at arbeiða við, nú felagið ger eitt so stórt og slóðbrótandi ungdómsarbeiði. Men tað eru ikki bert pengarnir til hetta arbeiðið, sum hava nógv at siga. Fyri Vagn hevur tað eisini stóran týdning at kunna savna so mong fólk úr einum ávísum aldursbólki úr øllum landinum at hoyra og dansa til tann tónleikin, sum var frammi, tá hesi fólkini vóru ung fyri meira enn 30 árum síðani. Tað er so eisini tónleikur, sum verður spældur av nógvum nýggjum bólkum.
Fólkamentan
Eisini fyri tónleikararnar sjálvar er hetta ein stór uppliving, so samanumtikið má tiltakið sigast at vera gott uppá nógvar mátar. Eisini má sigast, at slíkt tiltak hevur fingið ikki sørt av einum mentanarligum dámi eisini. Nakað við fólkamentan tá hon er best. Tað hevur so eisini eydnast stigtakararunum ár eftir ár at fáa fleiri av teimum heilt kendu bólkunum frá 60-unum at spæla og syngja. Onkur bólkur er entá vorðin endurreistur við hesum tiltaki. Best kend eru Faroe Boys og Goggan. Men har hava so eisini nógvir aðrir kendir bólkar spælt og spæla enn, eitt nú Tey av Kamarinum, sum í ár ? saman við Thunderbirds ? verða harði ella kanska bleyti (kensluborni) kjarnin í tiltakinum. Tey av Kamarinum vóru við í høllini fyri meira enn 10 árum síðani. Nú verða tey so aftur á palli. Tónleikabólkurin hevur spælt út í eitt síðani 1955 men við ymsum manningum. Leygarkvøldið er manningin henda: Nicolina Jacobsen, Ingolf Jakobsen, Áslakkur Jakobsen, Eyðbjørn Jakobsen, Jákup Jakobsen, Árni Andreasen og Jóan Petur Andreassen. Tey av Kamarinum skulu eisini ein túr til Danmarkar at spæla í ár.
Umframt Thunderbirds, sum altíð setir sín serstaka dám á slíkt tiltak, er eisini Twilight við. Bólkurin hevur øll árini staðið fyri tí tekniska partinum av tiltakinum og eigur sum so lívið í tí.