Gleðiboðskapurin

í kavaódn á ferð
og ganga fyrndarleið
til jólabygd nú leiðin ber
brátt sóu ei hvar fótur steig

verndareingil stóð hjá mær
tók í mína hond
alføgur sjón mítt sálareyga sær
á veingjum yvir føgur kavalond

gangandi á myrku gøtu
helt mær fast í hond
steðgaðu á fríðu fløtu
loysnaðu tá kúgaðu trælabond

skyggjandi bjarta ljós
úr gluggum almyrka kvøld
var hetta neyðarsligt lítið fjós
náttin myrk og køld

nei lítið fjós ei hetta var
men glæsilig bleiktrandi høll
verndareingil meg innar bar
hoyrdist fagnaðarrødd so snjøll

slíkan skara aldri sæð
fjølbroytni í sinn og skinn
geislandi ljómandi einglalag
óteljandi mannamúgva fløddi inn

tó kúgandi hástóru í fremstu røð
tey fullkomnu ei vóru har
hoyrdist bert ljómføgur einglaløg
ið hátt móti himni okkum bar

gleðiboð og klokkuljóð
kensluheimin fylti
Jesuspápi hjá oss stóð
allan heimin gylti

slíkt jólakvøld eg gloymi ei
í kirkjuni eg var
har tøkkin ljómur mót himni steig
og verndareingil oss bar

jú gleðiboðskapurin víða um heim
ber fagnaðarljóm teimum smáu
hann fyllir hjørtu við gleði og gleim
móti fyltu himnasølum háu

Sólmundur Joensen
des. 2006