- Tað gekk nogv betri, enn eg hevði væntað. So nú gleði eg meg til at sleppa ígongd.
Pauli Einarsson á Tvøroyri sleppur nú at royna seg í kommunalpolitikki fyri fyrstu ferð.
Týsdagin varð hann valdur í býráðið á javnaðarlistanum næst aftaná Sverra Midjord, sum varð fyrst valdur.
Pauli Einarsson vil ikki enn so nógvum, hvørji hjartamál hann hevur í býráðnum.
Men hann heldur tó, at tað, sum verður sett ovast á skránni, er at fáa meiri virksemi til Tvøroyrar. Og hann dylir ikki fyri, at hann hugsar fyrst og fremst um oljuvinnuna.
Tosa enn
Annars eru enn onki avgjørt um, hvør fer at skipa næstu samgonguna í Býráðnum.Við sínum trimum býráðslimum av sjey, hevur javnaðarflokkurin tikiðstig til at skipa samgongu.
-Enn eru ongar veruligar samráðingar. Vit hava tosað við hinar tríggjar flokkarnar og vit tosa framvegis. Mest verður tó tosað við teir báðar býráðslimirnar hjá sambandsflokkinum og uttanflokkalistanum, men ongar ítøkiligar samráðingar eru enn.
Og enn er púra onki avgjørt um, hvør skal vera borgarstjóri á Tvørooyri tey næstu fýra árini, sigur Pauli Einarsson.
Sjálvur heldur hann, at tað besta hevði verið at fingið allar sjey býráðslimirnar at gingið saman um eitt samstarv.
-Eg haldi, at tá ið avtornar, eru allir flokkarnir í býráðnum samdir um tey allarflestu málini. Avbjóðingin fer heldur at vera at finna, hvørji mál, flokkarnir kunnu hugsast at blíva ósamdir um.
Hann vísir eisini á, at fíggjarstøðan hjá kommunini er so, at tað fíggjarliga rásarrúmið hjá býráðnum at gera nakað, er ógvuliga avmarkað.
Skuldin er 110 milliónir og tey næsta valskeið fer mest at snúgva seg um at betala skuldina niður, og tá ið hetta er gjørt, er ikki nógv eftir at gera nakað annað fyri, sigur Pauli Einarsson.