Gleðist um debutina - harmast um dystin (FM1)

(FM1) Hoyr áleyparan, Jákup Thomsen taka samanum A-landsliðsdebutina hjá sær

- Tað var gott at fáa debut, men restina kunnu vit tveita burtur. Jákup Thomsen er glaður egna vegna at fáa sín fyrsta landsdyst, men hann harmast um, at talan gjørdist um ein so slakan dyst fyri føroyska A-landsliðið, serliga í fyrra hálvleiki í 0-2 tapinum ímóti Aserbadjan í Nations League dystinum á olympiska leikvøllinum í Baku.

 

Jákup Thomsen greiðir frá, at tað er ongantíð lætt at koma inn sum áleypari tá liðið hjá einum er aftanfyri 0-2, men hann er glaður fyri møguleikan: - Nú skal eg vísa hvat eg dugi, var hugsanin hjá Jákupi tá hann kom á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Fyri Jákup Thomsen hevur tað týdning, at føroyska liðið endar Nations League kappingina væl ímóti Malta komandi týskvøld, eisini fyri styrkismetingina til komandi undankapping.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Thomsen í Mixed Zone økinum á olympiska leikvøllinum í Baku aftaná dystin.