Tað er Sigrun Albinus, ið eigur og rekur Gestabúðina, sum hevur nógv ár á baki á Tvøroyri, tey fyrstu árini niðri við havnalagið - og í fleiri ár á Traðarvegi á Tvøroyri.
Seinasta mikudag læt Gestabúðin upp í leigaðum hølum niðri í býnum miðskeiðis á Tvøroyri - ella í Miðbrekku, beint yvir av Hotel Tvøroyri.
- Her eru umstøðurnar nógv betri, enn tær nakrantíð hava verið áður. Her er nógv betri pláss, og nú síggjast vørurnar, eg selji, eisini nógv betri.
Tað sigur Sigrun Albinus, sum heilt síðan hon var seks ára gomul hevur fingist við binding og ymiskt handaligt ítrivsarbeiði.
Umframt at binda ymisk pløgg, eitt nú undirklæði, troyggjur, turrikløð, pútur, taskur og ymiskt annað, selir hon eisini tógv og ymisk pløgg fyri Snælduna.
Hon hevur eisini ymiskt postalín, sum Óluva Johannesen og Kára Gunna Óladóttir gera.
Ymiskt úr træi, sum Tórfinnur Hammer ger, verður eisini selt í Gestabúðini, og her er eitt nú talan um klemmukassar, kassar til ymiskt fyrifallandi, hillar og krakkar.
- Eg elski at binda, og eg gleðist, tá eg síggi, at nakað kemur burtur úr. At onkur er glaður fyri tað, eg geri, gleðir meg meira enn pengarnir, eg fái fyri pløggini, sigur Sigrun Albinus.
Vikublaðið hevur hitt kreativu kvinnuna á Tvøroyri, og greinin verður í blaðnum, sum kemur um eina viku.