Nú er glið við at koma á ferðsluna í miðstaðarøkinum. Árni Jacobsen økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at nú eru tað bara Vestmanna og nakrar smærri bygdir, sum liggja avbyrgdir, eitt nú til Oyndafjørður, Gjógv og aðrar bygdir. Orsøkin til tað er, at Landsverk hevur brúkt alla orkuna upp á at fáa høvuðsvegirnar upp aftur.
Annars eru vegirnir partvís opnir og seinnapartin hevur verið skipað fyri rekkjukoyring um Sandavágsháls og ímillum Kollafjørð og Hósvík. Sløkkiliðini hava hjálpt til at skipa ferðsluna, har tað fyrst verður koyrt nakrar minuttir annan vegin og so nakrar minuttir hinvegin. - Tað hevur riggað væl og nógvir bilar eru slopnir ígjøgnum, sigur økisleiðarin hjá Landsverki. Men tað man vera komið væl við, tí nógvir bilar hava staðið og bíðað, hóast heitt hevur verið á bilførarar um at sita heima. Men nú ber til at koyra, tó nakað av tolið krevst, tí nógvastaðni er bara ein breyt at koyra eftir. Hinvegin sigur Árni Jacobsen, at tað sær einki út hjá vestmenningum. - Á Vestmannavegnum eru fannirnar líka høgar sum gravimaskinan, so tað verða fleiri tímar áðrenn tað verður opið har, sigur hann. Annars eru góð líkindi nú at grava, tí tað rýkur ikki longur.
Landsverk fer seinni í dag at taka støðu til, hvussu leingi grivið verður og, hvussu leingi skipað verður fyri rekkjukoyring. Strandferðslan hevur latið Ternuna sigla ímillum Havnina og Toftir og tað er komið væl við hjá nógvum. Myndirnar niðanfyri eru av Ternuni á Toftum.
|