OM Føroyar og OM Svøríki samstarva um upplivingartiltakið "Global Village" . Talan er um eina heilt serliga aktiva framsýning í hølunum hjá Elding í Runavík. Saman við einum bólki við 10 fólkum ber til at ganga ígjøgnum hetta økið, og aktivt taka lut í tí, sum møtir einum. Á ferðini ígjøgnum hendan heim, koma fólk at fáa uppgávur og avbjóðingar, tá tey møta hesum menniskjum, sum hava tungar byrðar at bera.
Tað er David Svenson, sum saman við øðrum hjá starvsfólkum hjá OM Svøríki hevur ment "Global Village".
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eitt prát við David Svenson, sum var í seinnapartssendingini hjá Rás2 úr Runavík.