Hálvi føroyingurin og landsliðsleikarin Tem Hansen er sloppin av við ein kappingarneyta á miðvøllinum. 31 ára gamli Allan Nielsen gevst nevniliga við at spæla fótbólt. Royndi danin hevði framvegis eitt hálvt ár eftir av sáttmála sínum við Lyngby, men er komin ásamt við felagið um, at hann kann seta gaggurnar á hyllina.
Við hjá Lyngby sigur Allan Nielsen, at hann ynskir at raðfesta familjuna hægri nú enn áður, og ynskir at brúka meiri tíð saman við henni.
Allan Nielsen hevur verið ein beinleiðis kappingarneyti hjá Tem Hansen til plássið á miðvøllinum. Tí eru tíðindini kanska ikki so keðilig tá samanum kemur, hóast teir báðir landsliðsleikararnir, Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen, nú missa ein liðfelaga.