Ógloymandi ferð fyri okkum øll

? Summarfrítíðarfeðin í fjør var ikki bert góð fyri Duritu, hon var tað eisini fyri okkum øll, tí umstøðurnar vóru so góðar, siga foreldrini hjá Duritu, sum vóru eina viku á Musholm Bugt frítíðarmiðstøðini

Tað er strævið hjá familju, sum hevur rørslutarnað, at ferðast við koyristóli, tí so nógvar forðingar eru hjá teimum, sum sita í koyristóli. Fyri hjálparar er tað eisini møtumikið.

Tað var tað bert ikki, tá familjan Dybczak í Havn var á frítíðarmiðstøðini hjá Muskelsvindgrunninum í fjør, tí har var alt innrættað til koyristólbrúkarar.

Steinbjarta og Magni Dybczak eiga trý børn. Durita, sum hevur vøddasvinn er elst, og hini bæði systkini Ára og Rúni. Tey royna at halda summarfrí í Danmark á hvørjum ári, av tí at tað bøtir um heilsuna hjá dóttrini.


Hevur tørv á at

sleppa burtur

Tá skal Durita kortini til kanningar og viðgerð á Ríkishospitalinum, og so fara tey vanliga á La Landia frítíðarmiðstøðina, sum er væl útgjørd at taka ímóti familjum við børnum.

Tað dámar Duritu eisini væl, men fyri foreldrini,sum skulu hjálpa henni við øllum,er tað strævið, tí umstøðurnar eru als ikki fyri koyristólbrúkarar.

Tí var tað ein sonn hvíld hjá teimum aftaná at fara Musholm Bugt í eina viku, har umstøðurnar eru tær best hugsandi.

Magni Dybczak sigur við Sosialin, at tað var eins og at ferðast hjá eini vanligari familju.

? Frítíðarmiðstøðin er beint við strondina, og bert ein tími er við bili at fara til Keypmannahavnar, og hálvan tíma til serliga væl umtókt tivoli. Hava fólk ikki bil, er togstøðin beint við miðstøðina.


Summarhús í friðaðum øki

? Har er ógvuliga náttúruvakurt, og nógv dýralív, av tí at miðstøðin er bygd í friðaðum øki, sigur Magni.

Hetta er annars seinastu ferð danir hava fingið loyvi at byggja so nær strondini og í friðaðum øki. Svend Auken, umhvørvisráðharri, gav Muskelsvindgrunninum eykaloyvi at byggja har, av tí at tað tænti einum góðum endamáli.

Durita var níggju mánaðar gomul, tá hon bleiv sjúk. Foreldrini fóru á Ríkishospitalið við dóttrini, og har fingu tey samband við Muskelsvindgrunnin, sum á allan hátt hjálptu foreldrunum.

? Grunnurin hevur serlæknar og onnur starvsfólk, sum bert arbeiða við vøddasvinnsjúkum. Tey greiddu okkum frá øllum viðvíkjandi sjúkuni, og hvussu hon fór at taka seg upp.

Muskelsvindgrunnurin hevur verið góð hjálp hjá foreldrum við børnum, sum eru rakt av sjúkuni.

Vøddasvinn er óvanlig sjúka, sum bert eini 5 børn í Føroyum hava.

Grunnurin hevur verið hollur stuðul fyri limir sínar í Føroyum. Tey senda fólk upp at halda skeið við foreldrabólkinum í Føroyum. Har verða ymisk evni tikin upp, sum hava við gerandisdagin hjá hesum familjum at gera.

Serliga góð hjálp hevur verið, at serkøn hjá grunninum koma heim at ráðgeva og leiðbeina, tá sjúklingar skulu hava útvegað hjálpitól.


Ráðgeva og leiðbeina

? Teir koma við okkum á Hjálpitólamiðstøðina, og ráðgeva um, hvat er best at brúka av tólum, eins og tey veita okkum ráð og leiðbeining um ymisk viðurskifti, sum bøta um støðuna hjá tí brekaða.

Durita hevur serligt slag av vøddasvinn, sum bert tarnar rørslunum. Hon er vitug og skilagóð genta, gongur í skúlanum í Hoyví, og. er eins góður næmingur og hini í flokkinum. Hon hevur teldu sum hjálpiamboð, dugur væl at rokna og skriva, og skilir væl enskt.

Pápin heldur, at Durita er ógvuliga virkin av náttúr, men at hon er ógvuliga tarnað rørsluliga, og tí hevur verið tvungin at brúka høvdið. Durita vil helst vera saman við vinkonuni, sum hon gongur í skúla saman við, og vinkonan er eisini ofta við familjuni, tá tey ferðast.

Trupulleikar eru í gerandisdegnum, tí umstøðurnar hjá koyristólbrúkararum eru so torførur og við nógvum forðingum.

Skal Durita vitja vinkonurnar, eru trappur allastaðni, tí sethúsini í dag eru í fleiri hæddum. Umframt tað er verðurlagið ein forðing, tí Durita tolirikki slavna verðurlagið í Føroyum.

? Tað er tí ein treyt hjá okkum, um Durita skal trívast, at hon sleppur burtur í summarfrítíðini. Í Danmark kann hon vera úti í berum ermum, og tað er tað besta hon veit, sigur Magni Dybczak.


Serligt slag av vøddasvinn í Føroyum

Serkunnleikin í vøddasvinnsjúkum í Danmark eru komin eftir, at flestu børn við hesum sjúkum í Føroyum, hava eitt serligt slag av vøddasvinn.

Í juni mánaða fær foreldrabókurin vitjan av enskum professara í neurologi, sum er einasti serførðingur á sínum øki í heiminum.

Hann hevur bert einu ferðina vitjað í Danmark, og nú kemur hann hendavegin at kanna sjúkuna.