Gloymdi kranan og breyt ryggin

Pápi Eyðun Hansen, Hans Pætur Hansen, misti bæði beinini umborð á Hvítubjørn, og sjálvur breyt Eyðun Hansen ryggin í Leynatunlinum í 2012.

Viðhvørt er lagnan hørð, og tað kann vera tilvildarligt, hvør verður raktur, tá ringast vil til. Hetta kann sigast um Eyðun Hansen í Vestmanna, sum breyt ryggin í Leynatunlinum í 2012 - og um pápa hansara, Hans Pætur Hansen, sum misti bæði beinini við Hvítubjørn í Grønlandi í fyrru helvt av sjeytiárunum.

 

Eftir at hava siglt og ført skip í nógv ár, fór Eyðun Hansen í 2006 undir egna lastbilafyritøku. Ein feigdardag nøkur ár seinni koyrdi hann inn í Leynatunnilin - uttan at hava lagt kranan á lastbilinum niður. Tá hendi vanlukkan, sum síðan hevur merkt lívið hjá familjuni í Vestmanna.

 

In.fo hitti Eyðun Hansen, tá hann herfyri var til umlættingar á Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi. Her hevur hann verið í tveimum umførum. Hetta er eitt tilboð, sum stovnurin veitir fólki við skerdum førleikum. Talan kann eitt nú vera um skaðar, ið hava ført til avlamni, heilabløðingar ella aðrar tilburðir, sum hava gingið út yvir førleikarnar.

 

- Her suðuri er gott at vera. Tað er lætt at koma kring um í bygdini og oman á bryggjuna í koyristólinum, tí her er so slætt. Eg havi prátað við menn, eg kenni úr sjólívinum, og eg havi verið á kommunuskrivstovuni til kaffi. Eisini havi eg havt onkra vitjan á deplinum. Umstøðurnar eru góðar, fólk eru serstakliga fitt og blíð, og vit fáa gott at eta.

 

Eyðun Hansen fór blaðungur til skips í 1974 við línuskipinum, Jógvani á Gørðunum, og hetta var við pápabeiggjanum, Edmundi Hansen í Nólsoy, sum skipara. Sjálvur tók hann skiparaprógv í 1981 og sigldi í fleiri ár, bæði sum stýrimaður og skipari - í Eystursjónum, Grønlandi og síðan í fleiri ár við ísfiskatrolarum undir Føroyum.

 

- Mær dámdi ógvuliga væl at sigla, men í 2006 hugsaði eg, at um eg ikki skuldi gerast hangandi á sjónum, var tíðin kanska komin til at royna okkurt annað. Eg hevði tá tikið koyrikoyrt til bæði buss og lastbil, og í 2006 legðist eg uppi og byrjaði mína egnu fyritøku við kranabili, har eg eitt nú landaði skip í Kollafirði og hjá landingarmiðstøðini Barinum í Havn.

 

Tá vanlukkan hendi honum seinnapartin fríggjadagin hin 9. november í 2012, hevði hann stutt frammanundan keypt sær ein lastbil aftrat. Fyri Eyðun Hansen byrjaði hesin dagur eins og aðrir. Hann fær ein túr úr Kollafirði til Vestmanna.

 

Á bryggjuni í Kollafirði stendur hann og prátar við ein truckførara, meðan hann fjarstýrir krananum, ið heysar jarnstativini, ið verða brúkt til at seta plattar á, upp í lastina. Eyðun Hansen sigur, at klokkan var umleið 17.30, tá hann koyrdi kranabeinini inn og vendi nøsini aftur móti Vestmanna.

 

- Men, tá gloymdi eg kranan, og tað er mær framvegis ein gáta, hví eg gjørdi tað, tá eg hevði havt kranabilin í eini seks ár, sigur hann sorgblíður.

 

Tað var eingin ávaringarlampa í bilinum sum segði, at kranin nú peikaði upp í loft. Tá hann koyrdi av bryggjuni í Kollafirði, legði ein smádrongur, sum var um hesar leiðir, til merkis, at kranin var uppi.

 

- Smádrongurin læt pápa sín, ið eg kenni væl, vita, hvussu vorðið var, men tá pápin ringir til mín, býtir hann um upp á siffrini á fartelefonnummarinum og fær tí sjálvandi ikki fatur á mær.

 

Leiðin gongur nú beint móti Leynatunlinum. Ávaringarskipanin, sum skal forða fyri, at ov høg akfør koyra inn í tunnilin, virkaði heldur ikki, men hevði hon virkað, hevði ein bummur farið niður av sær sjálvum áðrenn tunnilsmunnan.

 

Tað mesta stendur klárt í minninum hjá Eyðun Hansen, sum hendi hesa lagnuløtu í Leynatunlinum, tó at hann heldur, at hann kanska var burtur eina lítla løtu beint eftir mikla stoytin.

 

- Kranin tekur í tunnilsmunnan, og eg missi tamarhaldið á bilinum, sum fer tvørur. Eg royni at rætta bilin uppaftur, men einki ber til. Lastbilurin brestur í veggin inni í tunnlinum.

 

Fyrstu løtuna eftir stoytin, heldur Eyðun Hansen, at lastbilurin er koppaður, men tað er hann ikki.

 

- Eg liggi kroystur, men fái hvørki flutt armar ella bein. Merki sum so onga pínu, men eg fái ikki flutt meg. Tá tann fyrsti kemur til bilin, skal eg lyfta høvdið, men tað fái ikki. Eg klári ikki at halda høvdinum, og hesin persónurin situr so hjá mær og heldur høvdinum uppi, til bjargingarlið koma á staðið.

 

Bjargingarlið noyddust nú at skera Eyðun Hansen leysan úr stýrhúsinum á lastbilinum, og hann varð í skundi fluttur á landssjúkrahúsið. Longu tá hugsaði hann tankan, at hann helst varð vorðin lammaður.

 

Skjótt gjørdist greitt, at Eyðun Hansen antin hevði brotið ryggin ella nakkan og tí skuldi flytast til Danmarkar sum skjótast. Tað var ógvuliga trupult hjá honum at fata tað, sum var hent, og hann hugsaði bara, at alt skuldi gerast í lagi aftur.

 

Men, støðan var álvarslig, og ryggurin var brotin millum sætta og sjeynda rygggeisla. Fyri framman var nú eitt drúgt tíðarskeið við viðgerð og uppafturvenjing, og tað skuldu ganga sjey mánaðir, áðrenn hann var aftur í Føroyum.