HUGLEIÐINGAR
Fyri góðum tveimum árum síðani, 5. mars í 1999, vóru vit í sera hugnaligum gullbrúdleypi hjá Ragnhild og Karsten Hansen, sum búgva á Gerðareiði í Klaksvík. 17. oktober í fjør fór Karsten um tey áttati. Báðu ferðirnar var ætlanin at skriva eina heilsu, men av ymsum orsøkum kom hetta í drag, og so kom tað ikki í lag. Men nú skal tað vera.
Vit, sum koma úr Svínoy, og hava livað barnaárini og ungdómsárini har úti, kenna okkum at hava so nógv í felag. Longu undan seinna krígnum tók fólkatalið í bygdini so spakuliga at minka, og síðani hevur tað gingið skjótt.
Men hóast vit búgva í ymsum støðum og plássum kring landið og eisini uttanlands, so kenna vit tað soleiðis, at tað er so nógv, sum bindur okkum saman. Skyldskapur og vinarlag og kær minni um ein góðan og tryggan barndóm og ungdóm. Og við minnunum um tey, sum fóru undan okkum, og sum í sínum dagliga lívi og strevi løgdu ein so góðan førning niður í okkum, og sum vildu okkum alt tað besta.
Lívið var ikki altíð uttan trupulleikar. Tey bæði, Ragnhild og Karsten, kendu frá ungum av, hvussu sárt og nívandi tað var at missa tey, sum stóðu teimum næst. Men tey ásanna kortini, at Harrin hevur verið teimum góður.
Toftadrongur gjørdist svínoyingur
Karsten, sum í Klaksvík verður nevndur Karsten í Svínoy, er føddur úti á Toftum, sum vit siga í Svínoy. Foreldur hansara vóru Hanus Hansen, ættaður úr Túni á Toftum, og Sigga, sum var uttan av Bø í Svínoy. Tey fingu fimm børn: Jústinus, sum býr í Saltangará, Elisabeth, ið doyði sum smágenta og liggur grivin í Svínoy, Karsten, Katrinu, sum býr í Rituvík, og Hassa, sum bara var 40 ára gamal, tá hann í 1966 doyði í langfarasigling. Hann liggur grivin í Genova í Italia.
Karsten kom til Svínoyar knapt tólv ára gamal. Hann kom at vera hjá Fredrikku, vanliga nevnd Dikka. Hon var einkja eftir Tummas Thomassen, ið var mammubeiggi at Karsteni. Hann fórst við Ernestinu 26. mars í 1930.
Kaj, sonur Tummasar, hevur í sjónvarpinum greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá skipið fórst. Kaj ? hann býr nú á Røktarheiminum í Klaksvík ? er tann einasti á lívi av teimum, sum vórðu bjargaðir hesa syndarligu mars náttina í 1930. Hann hevur sagt, at tað svárasta var at koma aftur til Svínoyar. Tá hann kom heim á Geilalið at síggja mammu sína og Fíu, systrina, koma ímóti sær norður undir kirkjugarðinum. Fía giftist seinni til Hattarvíkar við Andrassi Fuglø í Suðurstovu.
Tað var seint á sumri í 1932, at Karsten kom til Svínoyar. At hann flutti av Toftum og út á Bø í Svínoy komst av tí, at mamma hansara var sjúk av tuberklum. Hon var ofta á sanatorinum, og í 1935 doyði hon av hesi herviligu sjúkuni.
Karsten hevur so mangan sagt, at hann kom í eitt gott heim. Eftir okkara tykki kundu umstøðurnar havt verið betri, tá hugsað verður um, at Tummas, mammubeiggin, var deyður bert tvey ár frammanundan. Nakað av jørð var í húsinum, kúgv høvdu tey, og har var so reint og rudduligt í allar mátar ? bæði innan og uttan. Bátur var eisini í húsinum ? eitt fýramannafar við tveimum hesta motori.
Í Svínoy var Hjalmar Joensen, seinni Hátún, lærari. Hann var nærlagdur í øllum. Millum svínoyingar vóru lærarahjúnini, Brynhild og Hjalmar, ógvuliga væl umtókt. Tað var ikki so undarligt, tí tey vóru fyrimyndarlig fólk. Tey tóku lut í bygdarlívinum, og tey høvdu nógvar avbjóðingar og tilboð til bygdarfólkið. Hjalmar hevði sangkór, tey bæði høvdu kvøldskúla (hon undirvísti í handarbeiði og hann í smíði ella sløjd, sum tað tá varð nevnt). Útferðirnar, sum Hjalmar skipaði fyri, standa negldar í minninum á teimum, ið vóru børn í Svínoy fyri 60?70 árum síðani, og Hjalmar syrgdi fyri, at fleiri svínoyarbørn fóru til Danmarkar við skúlabørnunum.
Hjalmar hevði stóran áhuga fyri svimjing. Hann gekk undan, tá svimjingarhylurin í Svínoy varð gjørdur. Nógv av arbeiðnum var sjálvboðið, men eg havi hoyrt, at smádreingir fingu nøkur oyru fyri at bera sand. Eitt fýramannafar varð burturlutað, tá teir samlaðu inn fyri svimjihyl. Poul Johannes Poulsen smíðaði, og Hjalmar Hátún hjálpti honum. Poul Johannes var lærumeistari hjá Hjalmari í bátasmíði. Seinni smíðaði Hjalmar sjálvur nógvar bátar.
Tað mundu vera heilt fá í Svínoy, sum í Hjalmarsa tíð ikki dugdu at svimja. Karsten fekk nógv burtur úr skúlagongdini hjá Hjalmari. Hann var framúr í rokning, og hann var góður svimjari. Saman við øðrum hevur hann svomið tvørtur um víkina ? frá Ytsta Seiðabergi og til Ómaganes.
Fyrstu skipsárini og døkk skýggj á luftini
Sum hjá øllum øðrum bygdadreingjum stóð hugurin til sjógvin, og Karsten fór fyrsta túrin til skips í 1936. Jóannes á Váli var giftur við Biritu, sum var mostur at Karsteni. Jóannes var skipari á Haraldi, og tað var við honum, at Karsten fyrstu ferð royndi seg sum skipsmann í 1936 og aftur í 1937.
Í hugaheiminum hjá stórum smádreingi í Svínoy fyri kríggið stendur myndin so sera klár, tá tíðin var komin, at skipsmenninir fóru avstað. Meðan konufólkini tókust við at gera klæðini klár, gingu menninir hús úr húsi og søgdu farvæl. Løtan, tá postbáturin Immanuel lá út fyri lendingini, og nógv fólk var savnað at heilsa teimum, sum skuldu fara fyrst til Klaksvíkar og síðani við sluppum og skonnartum, stendur sum bæði álvarsfull og spennandi.
Skipsmenninir veittraðu, og tá Immanuel hvarv undir Draganum, vistu vit, at nú stóð ein tíð fyri framman, tá tað fór at verða spurt og fregnast eftir skipunum og skipsmanningunum, og ein tíð, tá ábyrgdin fyri lívinum og trivnaðinum í bygdini fyrst og fremst hvíldi á konufólkunum. Børnini vórðu tíðliga hildin til arbeiðið, tí tað var neyðugt.
Menninir, sum vetrarmánaðirnar høvdu róð út, velt, fingist við seyð og neyt og tykist við annað fyrifallandi arbeiði, og sum illveðursdagar og um kvøldarnar høvdu savnast undir veggum, í onkrum húsum og inni í handlunum ? ímillum kríggini vóru tríggir og onkuntíð fýra handlar í Svínoy ? vóru bara heima heilt stutt tíðarskeið, inntil teir í september aftur komu til bygdar.
Í september 1937 sló Hanus, pápi Karsten, út yviri í Íslandi. Hann var við sluppini Zealous. Hon hevði ongan motor. Peter Rasmus Poulsen, ættaður innan Glyvur, varð eisini tikin av sama sjógvi.
Seinni hetta sama árið ? tað var tann fyrsta desember ? hendi vanlukkan í Svínoyarfirði, har fýra mans druknaðu. Tríggir teirra hoyrdu til manningina á Haraldi og vóru sostatt skipsfelagar hjá Karsteni: Jóannes á Váli, skipari, Rasmus har Heimi, bestimaður, og Tummas á Rókini, kokkur. Fjórði maðurin var Hans Godtfred Matras, sonur Jóannes á Heygnum í Klaksvík. Hann hoyrdi til manningina á Pride.
Pride sigldi hvønn mikudag úr Klaksvík og suður til Havnar, norður aftur til Klaksvíkar, so varð farið norður um Múlan til Viðareiðis, inn í Hvannasund og haðani til Svínoyar og Fugloyar, tá veður var til tess.
Henda dagin var myrkt, tá Pride kom út undir oynna út fyri Kleyvina. Teir høvdu bát afturút at rógva í land við. Kleyvin er eitt pláss sunnanfyri Havnina, ið vanliga verður nýtt, tá ið tað fyri brimi ikki er sleppandi upp á land á øðrum staði á oynni.
Tríggir svínoyingar vóru farnir yvir í Kleyvina at taka ímóti og at hjálpa til at bera viðføri og annað hjá teimum, sum koma skuldu. Teir tríggir vóru Kaj og Karsten úti á Bø og Jóan Pauli, sum var yngsti beiggin hjá Jóannesi. Tað var myrkt, so teir vistu ikki, hvat var farið fram. Eftir at hava bíðað góða løtu út um tíðina, sum tað varð roknað við, at ferðin hjá Pride skuldi taka, fóru teir aftur at húsum. Tað var ikki fyrrenn teir komu aftur í bygdina, at teir frættu um vanlukkuna. Pride var komin inn aftur í Sund at boða frá sorgarleikinum, og so varð ringt út til Svínoyar at siga frá.
Maður fór av húsi, tá ið boðini bórust í bygdini. Tá slík ófrættarboð koma, steðgar alt upp. Eg var átta ára gamal, og eg minnist stak væl, hvar eg var staddur, og hvussu eg kendi tað, tá boðini komu um, at tríggir av teimum í bygd okkara, sum vóru millum álitismenninar, vóru farnir. Eg síggi teir fyri mær enn, bygdarmenninir, at fara norður eftir vegnum, væl ílætnir við línu og øðrum, sum var neyðugt. Men har gjørdist einki.
Seinni havi eg hoyrt, at á Kirkju sóu fólkini tey mongu ljósini í Líðini í Svínoy, men tey vistu ikki hvat hevði gingið fyri seg.
Rasmus, sum var 30 ára gamal og Tummas, sum var 45 ára gamal, vóru ógiftir. Jóannes var 41 ára gamal. Eftir hann sat einkjan við fýra børnum. Hetta var ein øgiligur smeitur, sum nívdi bygd okkara so ógvuliga dygt.
Í 1938 var Karsten aftur við Haraldi. Tá var Olivur Thomsen úr Gøtu skipari. Í 1939 fór Karsten við Lillie. Malvinus í Vátutoft var skipari. Hans og Henry Mellemgaard, sum vóru svínoyingar, vóru bestimenn. At hann skifti hýru mundi fyri ein part komast av hesum, og so var tað ikki so undarligt, um Karsteni longdist at fáa ein annan kjans, eftir at álitismenninir, sum hann hevði verið saman við við Haraldi, so syndarliga vórðu tiknir burtur.
Kríggið og útróðurin
Eftir at heimsbardagin var brostin á, broyttist lívið hjá føroyingum nógv. Møguleikarnir at vera burturi vóru ikki so nógvir, og tí gjørdist útróðurin høvuðsvinnan hjá so nógvum.
Svínoy liggur høgliga fyri til útróðrarmiðini, og tað varð nógv róð út við opnum bátum úr Svínoy undir krígnum. Summir róðu alt kríggið út frá Svínoy, aðrir vóru við skipum onkrar ferðirnar, og uppaftur aðrir róðu viðhvørt út við deksbátum í Klaksvík.
Fiskiskapurin var viðhvørt góður, men úrtøkan var einki serlig. Okkurt árið fingust sjey hundrað krónur burtur úr útróðrinum, og tað varð hildið at vera heilt gott, um tað skarst so mikið væl, at túsund krónur fingust burturúr.
Knossið og stríðið av útróðrinum vóru ómetalig. Agnið var fyri ein stóran part fliður, sum menninir stungu kring alla oynna, og tað var ikki minsta stríðið at skula inn í Sund við fonginum. Viðhvørt kastaðu bátarnir saman, soleiðis at tað slapst undan, at allir skuldu fara í Hvannasund, har Andreas hjá Mortani tók ímóti fiski fyri Kjølbro, men tað kom ofta fyri, at fongurin var so mikið stórur, at tað ikki bar til hjá einum báti at hava fiskin hjá fleiri bátum.
Onkrir bátar komu afturat, og onkrir fóru burturav. Millum teir, sum eg minnist vóru Sildin, Hans Arge, Killarin, Høsten, Jaktin, Mikkerikk, Barmhjertigheitin, Lómur, Selnes, Laura og Ormurin Langi.
Karsten var ein av teimum, sum vóru við Orminum Langa. Hinir vóru gamli Hanus úti í Váli, sonur hansara Jóan Pauli, Jákup á Rókini, Kaj úti á Bø og Líggjas Sørensen (hann skulu vit venda aftur til). Karsten var ikki við, tá teir ódnardagin 12. februar í 1943 mistu Ormin Langa. Henry uppi á Heygum, sum hevði motorbátin Nekk, tók tríggjar av teimum fýra svínoyarbátunum upp. Fjórði báturin varð tikin upp av einum skotskum trolara.
Umframt Ormin Langa mistu svínoyingar henda dagin Selnes. Tað var eitt undur, at allir útróðrarmenninir bóru boð í bý henda dagin.
Svínoyingar royndu at betra um umstøðurnar til útróður. Íshúsið varð bygt mitt undir krígnum. Nógvir áttu í. Hugsanin var, at hava møguleika fyri at goyma agn.
Tá kríggið var liðugt, datt útróðurin í tí líki, sum hann hevði verið krígsárini, burtur, men íshúsið varð brúkt undir krígnum. Onkran veturin varð kavi borin inn, og harvið høvdu svínoyingar kuldagoymslu langt út á árið. Tá eg var fjúrtan ára gamal, var tað mín lutur ein veturin at hava ábyrgdina av at flýggja agn út. Tað kundi vera allar tíðir á samdøgurinum.
Eitt skifti undir krígnum róði Karsten út við deksbáti úr Klaksvík. Hetta var við Sámali hjá Monu, sum driftaði Sílið.
Skipslívið undir og eftir kríggið
Eitt skifti undir krígnum var Karsten við Grønanes, sum Hanus Hansen ella Hanus hjá Dinu í Svínoy førdi. Skipið var ikki í serliga góðum standi. Tað gjørdi ikki siglingina, sum frammanundan var nógv órógvað av minunum, minni vandaleysa.
Eg havi hoyrt, at teir onkran túrin noyddust at pumpa mest sum alla tíðina, og ta einu ferðina lak skipið so mikið illa, tá teir á veg til markna komu á Klaksvík, at teir kendu seg noyddar at sneiða kósina av og fara ígjøgnum minubeltið fyri at koma sum skjótast til lands. Áðrenn teir fóru til markna, tóku teir skipið upp í Klaksvík. Tað mundi ikki vera tað besta fyri fiskin, men tað var neyðugt.
Tað hevur ofta verið at hoyrt um, tá stóru klaksvíksskipini síðst undir krígnum vóru í konvoy. Hetta var um summarið og út á heysti í 1944 og í 1945. Tað fyrra árið var Karsten við Polarfarinum. Olivur Thomsen ella Olivur í Gøtu var skipari. Honum hevði Karsten verið saman við, tá Olivur ? eftir at Jóannes á Váli var deyður ? hevði ført Harald.
Í konvoyini vóru umframt Polarfarið Polo, Skálanes og Atlantsfarið. Edvard í Svínoy sigur í bókini hjá sær, at teir fóru til Íslands at fiska hvørju megin Langanes, sum nú ættin loyvdi tí. Sunnanfyri á høgættini, ja líka inn um Fagranes og út í Strongina, tá ið veðrið var gott, og norðanfyri tá ið vindurin var sunnan ella útsynningur ? úr ?Pyntinum? langt inn um Skoruvíkina.
Hesi skipini høvdu sekstan bátar, fýra hvørt, og teir fiskaðu til eitt skip í senn. Tá so tað skipið hevði ligið í tólv dagar til, fór tað niður at selja. So legði næsta skipið til.
Edvard greiðir víðari frá, at hvørt skipið hevði tvey sildagørn, sum teir plagdu at seta um dimmið, og ofta fingu teir væl av stórari sild, sum teir brúktu til agn. Teir fingu væl av fiski, so tá ið sekstan bátar komu aftur at borði fjórða hvønn tíma, summir fullsettir, var tað ein stór rúgva av fiski.
Á bátinum, sum Karsten var við, var mammubeiggi hansara, Símun Petur Thomassen, formaður. Hann var giftur út til Hattarvíkar, og tað hevði sína søgu. Líggjas æt ein beiggi Símun Petur. Hann var seks ár eldri, og hann vaks upp hjá ommuni og abbanum í Keldhúsinum í Hattarvík. Hann fór úr Svínoy og út til Fugloyar um árhundrað skiftið. Hann giftist í 1918 við Elsebeth Mariu Hendriksen á Fløtti á Kirkju, men hann doyði stutt eftir av herviligari sjúku, og í 1923 giftist einkjan uppaftur við Símuni Petur.
Umframt Símun Petur og Karsten vóru Sigurd Joensen í Oyndarfirði og besti ungdómsvinurin hjá Karsteni í Svínoy, Jóan Pauli úti í Váli, við hesum bátinum. Karsten hevur onkuntíð tikið til, hvussu hugaligt hetta summarið var. Tað var nógvur fiskur at fáa, og bátsfelagarnir vóru so hendinga góðir at vera saman við.
Fyri tað mesta vóru tað yvirmenninir, sum fóru niður við fiskinum. Hinir av manningini fóru tá umborð á eitt av hinum skipunum. Karsten hevur sagt, at hann helt til umborð á Polo tær báðar ferðirnar Polarfarið var í Bretlandi. Hetta mundi vera einasta ferðin, at hann var við Polo. Skonnartin, sum Símun hjá Póli førdi, var um hetta mundið skipið í hugaheiminum hjá okkum svínoyingum, og tað man standa ritað rimmarfast sum høgtíðsdagar í huganum hjá okkum øllum, tá Polo í tredivunum og undir krígnum vitjaði á Svínoyarvík.
Líggjas Sørensen av Kirkju var giftur í Svínoy við Elsebeth Malenu har Heimi. Tey giftust í 1938, men longu í 1947 gjørdist hann einkjumaður. Seinni giftist hann uppaftur við Evu, sum sat einkja. Tey búsettust í Klaksvík.
Líggjas og Sámal Jákup Lamhauge í Søldarfirði høvdu siglt saman í Tór reiðarínum. Teir áttu Streymoynna, sum Sámal Jákup førdi. Líggjas var bestimaður hjá honum, og soleiðis bar tað til, at fleiri svínoyingar eftir kríggið sigldu við Streymoynni. Karsten, sum úr Keldhúsinum í Hattarvík var nær í slekt við Líggjas, var ein teirra, og tá Líggjas onkran túrin loysti skiparan av, var Karsten, sum fór við Streymoynni í 1945, bestimaður.
Millum hinar svínoyingarnar, sum um hettta mundið vóru við Streymoynni, vóru Jógvan í Heimistovu og Daniel Danielsen.
Streymoyggin breyt motorin á veg yvir á Eysturlandið og varð sleipað aftur til lands seint á sumri í 1946. Eg havi hoyrt, at meðan teir lógu á Havnini og riggaðu til til henda túrin, vórðu fløggini vundin í hálva stong. Tá frættist tað, at bóndin í Kirkjubø var deyður. Tað var 2. august í 1946.
Eftir hetta var tað, at Karsten, sum hevði sæð lýsing í bløðunum, gjørdi av at fara á hvalaveiðu í Suðuríshavinum í hollendskum reiðarí. 66 føroyingar vóru við í hesi sjáldsomu ferðini. Teir vóru burturi frá tíðliga á heystinum í 1946 og inntil fram ímóti sumri í 1947.
Í fimmti árunum sigldi Karsten tvey ár við Polarstjørnuni, har Palli hjá Mariannu var skipari.
Konan
Í 1949 giftist Karsten við Ragnhild, og árið eftir fluttu tey úr Svínoy og til Klaksvíkar, har tey búsettust á Gerðareiði. Tey eiga trý børn: Hanus, Jóannes og Finngerð. Heimið hevur verið fyrimyndarligt og verið eyðkent av Guds ótta, friði og gestablídni. Áðrenn tey sjálvi settu búgv, hildu systkini hjá Ragnhild nógv til har, og tað mundi ikki vera av ongum, at trý av børnunum hjá Jógvani, elsta beiggjanum hjá Ragnhild, búðu har, tá tey gingu í skúla í Klaksvík.
Foreldrini hjá Ragnhild vóru Anna og Jóannes Joensen. Hann var bóndi í Heimistovu í Svínoy.
Ragnhild vaks upp hjá ommu og abba sínum úti í Váli ? Ingu og Símun Júst Jacobsen. Hann var ættaður av Húsum og læraralærdur. Hann var lærari í Svínoy í fleiri ár, og hann hevði eisini handil.
Ingrid, yngra dótturin hjá Ingu og Símuni Júst, mostur Ragnhild, giftist við Henry uppi á Heygum. So leingi sum Inga og Símun Júst livdu, búðu tey úti í Váli. Símun Júst doyði í 1937 og Inga í 1938. Tá tey vóru farin, fluttu Ingrid og Henry í húsini, sum tey høvdu bygt norðuri á Geilalið, og Ragnhild, sum tá var stór skúlagenta, flutti við teimum. Eftir í heiminum úti í Váli var Dánjal, yngsti sonurin hjá Ingu og Símuni Júst. Hann doyði í 1941. Nú eigur Bjarni, abbasonur Símun Júst, húsini úti í Váli.
Ingrid og Henry fingu fimm dreingir. Ingrid hevði ikki góða heilsu. Undir teimum umstøðunum var Ragnhild góð í heiminum. Hon var sum stórasystur hjá dreingjunum, og eg veit, at teir hava verið góðir við hana sum við eina systir.
Anna og Jóannes bóndi í Heimistovu áttu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg, Ingibjørg og Fríðgerð. Símun og Hans Jacob eru báðir farnir. Anna, mamman, doyði 23. oktober í 1944 bara 43 ára gomul. Tá var Ragnhild ikki meiri enn seytjan ára gomul. Fyri tey í Heimistovu kom tað væl við, at Jóhanna, systir Jóannes bónda, og Frida, sum var systkinabarn Jóannes bónda, vóru í húsinum, og hjálptu so væl til. Men hóast hetta, so tóktist tað mær altíð, at tað gav Ragnhild eina serliga ábyrgd, tá mamman varð tikin frá teimum.
Í Orðtøkunum 20,11 stendur, at Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt. Tá eg seti smágentan inn í staðin fyri smádrongin, passar hetta so væl til Ragnhild.
Vit gingu í skúla saman í nøkur ár, bæði í yngra og eldra klassa. Skúlin var góður, vit lærdu nógv, og tað eru mong góð minni frá skúlaárunum. Lærarafólkini vóru Hjalmar Hátún og so Bette Højgaard. Seinni giftist hon við Poul Justinussen, Poul á Fuglberg kallaður. Hon tók við starvinum, eftir at Hjalmar var fluttur til Kvívíkar.
Hjalmar plagdi at siga, at tá tað vóru flest skúlabørn í Svínoy í hansara tíð, vóru tey 44. Tað vóru tveir flokkar, so tað var trongligt. Dreingirnir sótu í fyrsta og triðja stólinum, og genturnar í øðrum og fjórða. Fýra blekkíløt vóru í hvørjum borðinum, og tá vit vóru fimm í stólinum, var plássið ikki nógv.
Útróðrarmaður í Klaksvík
Nógv útoyggjafólk fluttu til Klaksvíkar eftir kríggið, og tey vóru nógv, sum høvdu nógva útróðurin, sum har var og framvegis er, sum lívsgrundarlag.
Karsten lærdi til skipara í Havnini veturin 1944?45, og lívsstarvið hjá honum kom at vera fiskiskapur og serliga útróður av Klaksvík. Hann var við Kelduni, sum Henry uppi á Heygum var skipari á, og Karsten dreiv hana eitt skiftið. Keldan hoyrdi til reiðaríið hjá Jens Klæminti Isaksen.
Kanska er okkurt gloppið burtur ímillum hjá mær, tá ið eg nevni skip, bátar og formenn, sum hann var saman við seinnapartin av fjøritunum og upp í fimmti árini. Stellu Poul førdi Leiti, og Karsten var bestimaður hjá honum eitt skifti. Hann var bestimaður og formansavloysari hjá Josiasi Matras umborð á Glottanum. Hann var við Nevinum Reyða, sum Jógvan Sigurðsson var formaður á, og við Barinum, sum Eivind Niclasen dreiv.
Síðst í fimmti árunum fór Karsten við Poul Jákup á Dalinum, og teir vóru saman í mong ár. Fyrst vóru teir við Ørvi, sum Kjølbro átti, og frá 1962 og til 1965 vóru teir við Ósá, sum Einar Waag átti.
Í 1965 keyptu Poul Jákup Olsen, Símun Heimistovu, Kristoffur Hansen í Glasstovuni og Karsten Lambanes, sum teir góvu navnið Hvíthamar. Teir høvdu hann til fyrst í áttati árunum, og ikki so leingi eftir, at teir høvdu selt bátin, legðist Karsten upp á land. Ein skilamaður á sjónum legði frá sær, og eftir at hann var uppilagstur, arbeiddi Karsten eini tíggju ár á Kósini.
Ragnhild og Karsten! Nú meiri enn fimmtitvey ár eru liðin, síðani tit giftust, er tað komið væl upp á loggið. Men eg veit, at tit taka undir við systkinabarninum hjá Karsteni, Líggjasi á Váli, tá ið hann syngur:
Mong ár eru liðin,
men vitna eg skal,
at Hann er mín klettur,
mín borg,
Hann leiðir, Hann fylgir, Hann varðar mín fót,
Ein vinur í gleði og sorg.