Sama dag sum standmyndir av Sigmundi Brestisson vórðu avdúkaðar í Sandvík og Havn, varð hátíðarhald somuleiðis í Skúvoy.
Hátíðarhaldið byrjaði við gudstænastu í kirkjuni, har sóknarpresturin Jákup R. Hansen prædikaði.
Eftir gudstænastuna var farið út fyri dyr til avdúkingina av hesi standmyndini.
Her greiddi fyrst Poul J. Thomsen, formaður í nevndini fyri Túsundárahaldið frá upprunanum til hesa ætlanina.
Henda standmyndin ímyndar tann unga Sigmund við útlongslinum og dreymunum, sum spælir sær við eitt skip og lýsir byrjanina út í Skúvoy.
Síðani helt deknurin, Meinhard Hentze røðuna, sum vit prenta niðanfyri, áðrenn borgarstjórin, Johan Hentze avdúkaði standmyndina.
Aftaná vórðu øll boðin niðan í skúlan, har borðreitt varð við einum drekkamunni, breyði og køkum.
Á samkomuni vórðu hildnar fleiri talur, m.a. ein norsku prestur, per Halse, sum las upp yrkingar um Sigmund, sum ein norskur prestur hevði yrkt í 19. øld.
Alt í alt, ein sera væleydnaður dagur
Kvæði og sagnir
Meinhard Hentze segði:
- Vit vita, at Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, mong hundrað ár eftir Sigmunds tíð.
Søgur og sagnir, sagdar av mannamunni kunnu skjótt skifta. Tá ið tær eru sagdar nakrar ferðir, kunnu partar av teimum vera ringir at kenna aftur.
Tað stendur jú skrivað, at sannleikin er bert ein, og sostatt tað einasta ið ikki stendur í stríð við seg sjálvan.
Tað sum vit hava fingið frásagt og lisið um Sigmund Brestisson hava flest av okkum valt at trúgva, kanska tí vit hava hoyrt tað frásagt, so langt aftur vit kunnu minnast. So sum tað hevur verið frásagt hevur tað hugtikið okkum.
Tað eru rættiliga mong kvæði, ið yrkt eru um Sigmund, bæði longri og styttri, og har sum kvæðamentanin og tann føroyski dansurin hava livað, har hevur verið kappast um hesi kvæði, har Sigmundur hevur verið oddamaður.
Setti sítt spor
Tað fyrsta vit kenna Sigmund frá er Brestiskvæðið, har ið Mikkjal á Ryggi so meistarliga við 60 ørindum lýsir bardagan í Dímun, har ið brøðurnir Brestir og Beinir verða høgdir niður, fyri eygunum á synunum Sigmundi og Tóri, ið bert eru 9 og 11 ára gamlir. Hetta má hava sett síni spor.
Tá ið so Tróndur ætlar at geva teimum somu lagnu, vísir Svínoyar-Bjarni seg sum ein mann og sigur nei; men hann var við og stuðlaði hesa ferð, har ið henda óbótagerðin varð framd.
Teir verða so seldir sum trælir til Noregs við teirri vón, at teir ikki aftur seta fót á føroyska jørð.
Teir vaksa til mans har og koma í víking, bæði fyri jallar og kongar.
Hetta siga kvæðini ikki minst um, so sum: Bardagin við Hjørungavág í 986, bardagin móti Rannver og ikki minst í tí donsku Sigmundsvísuni, har síðsta ørindið ljóðar:
O, Færois mand, glem ei din Sigmunds minde;
hans trofasthed, hans ædle heltemod.
Tænk på, hans blod i dine årer rinde.
Et hædersminde han sig efterlod.
Sigmundur kemur so aftur til Føroya og hevur kristna trúgv við sær, sum hann hevur tikið við í Noregi.
Framburðarhátturin fyri túsund árum síðani, hevur ikki ljóðað at verið mildur, men soleiðis var so tíðin tá, og vit skulu fegnast um at so er ikki í dag.
Fyrstu kirkju í Føroyum skal Sigmundur hava bygt her í oynni, og tað eiga vit at fegnast um.
Kristniboðanin kom so at kosta honum lívið, sum so mongum øðrum, men har var helst maktstríð uppií.
Vakur smádrongur
Hvussu vit so vilja minnast Sigmund Brestisson, tað má hvør sær gera sína niðurstøðu, um ein hevur hug til tess.
Vit standa nú við ein minnisvarða ið skal avdúkast um eina løtu, ið reistur er til minnis um Sigmund Brestisson.
Tað hevur ljóðað sum ein ávís misnøgd, at hann er so lítil, men hetta er Sigmundur sum smádrongur og eg skal siga tykkum at hetta er ein vakur smádrongur. Vit skulu læra okkum at gleðast um hetta, tí fyri seks árum síðani var stórt túsundárahald um alt landið, til minnis at kristindómurin kom til Føroyar við Sigmundi Brestisson.
Vit vilja takka tykkum sum fingu hetta í lag, tá ið nú hetta høvið beyðst vegna túsundárahaldið, og eiga vit at fegnast um hetta. Vit fingu tað so ikki í lag.
Tað sá myrkt út, so sum at steinarnir vóru gloymdir, men so kom røringur aftur í. Tá skuldi berast skjótt at, tí tíðin var ásett til avdúkingina, men eisini tá vóru menn tøkir og tóku sær av tí og gjørdu tað bæði skjótt og væl, og takk skulu teir hava fyri tað, segði Meinhard Hentze at enda í røðu síni.