Glyvra skúli skal útbyggjast og umvælast

- Glyvra skúli, sum varð tikin í nýtslu í 1956, skal framtíðartryggjast í stødd og sniði, siga tey í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna bjóðar nú til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av útbygging og umvæling av Glyvra skúla.

 

- Í sambandi við, at verandi karmar eru vorðnir ov trongir, og vøkstur er væntandi í talinum av skúlabørnum, sum koma at ganga í kommunalu skúlunum, verður tørvur á rúmari ræsum, og tí verður sjøtul nú settur á hesa stóru byggiverkætlan.

 

Tað siga tey í Runavikar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har 3-5 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

 

- Uppgávan fevnir um heildarráðgeving í sambandi við gerð av skipanaruppskoti, verkætlanaruppskoti, forprojekti, høvuðsprojekti, útboði í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við fremjanina av ætlanini.

 

Uppgávan umfatar eisini tilhoyrandi útiøki.

 

- Verkætlanin fevnir um víðkan og umvæling av Glyvra skúla til at rúma 0.-6. flokk, við trimum flokkum fyri hvørt ár, umframt frítíðarskúla fyri 0.-2. flokk. Skúlin skal eisini hýsa musikkskúla, ið verður staðsettur í Fjósinum norðanfyri, sum skal umbyggjast til endamálið.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Glyvra skúli, sum varð tikin í nýtslu í 1956, verður við hesi verkætlan framtíðartryggjaður í stødd og sniði.

 

- Skúlin verður framhaldandi karmur um kvøldskúla, frítíðarvirksemi og almenn tiltøk, verður lagt aftrat.