– Ein meginregla eg royni at liva eftir er enska orðatakið, Success is not what you’re coming to, it’s what you leave behind. Tað, at eg havi fingið stjórastarvið á Atlantsflog er ikki tað, sum vísir, at mær hevur eydnast væl. Tað er tað, eg lati eftir á Faroe Ship, sum vitnar um mín dugnaskap.
Jóhanna á Bergi varð í 2014 kosin ársins leiðari, ein heiður, hon eisini varð í uppskoti til í 2008. Í samrøðu við in.fo í 2014 legði Jóhanna á Bergi dent á, at tað var einans í samstarvi við góð starvsfólk, at hon megnaði at fullføra sítt arbeiðið og enn í dag sigur, hon at hetta er grundarlagið undir tí, hon ger.
– Eitt, sum hugtekur meg nógv, er spurningurin um, hvussu ein fær fólk í felagsskapi at gera sítt ítasta. Eg hugsi ofta um myndina av einum orkesturið, sum spælir tónleik. At fáa tónleikin góðan krevst, at øll, ið spæla, hava vitanina og viljan at spæla saman. Tó so, ein skeivur tóni, oyðileggur alla ljóðmyndina. Tað er nakað tað sama við einum fótbóltsliðið. Tað ræður ikki um at hava bestu spælararnar á hvørjum plássi sær, men at seta besta liðið saman. Hvussu fái eg røttu samasetingina fyri at náa rætta úrslitinum, spyr Jóhanna á Bergi.
Fyrst í hesi øldini, tá British Petroleum byrjaði virksemi í Føroyum, stuðlaði felagið ungum føroyingum í privatu vinnuni at taka eina leiðsluútbúgving við Robert Gordon University. Ein teirra, sum tók av tilboðnum, var Jóhanna á Bergi.
– Eg fekk góðskrivað nakað av útbúgving míni frá danska eksportskúlanum, og tók so masterútbúgving mína gjøgnum Robert Gordon University. Síðani havi eg luttikið á skeiðum og fyrilestrum um leiðslu, umframt at eg lesi væl av bókum um leiðslu eisini. Tó haldi eg, at ein mennist mest sum leiðari í samspælinum við onnur, sigur hon.
– Eg havi onga ítøkiliga fyrimynd sum leiðari, men serliga fólk, ið eru leiðarar av sjálvboðnum arbeiði hugtaka meg, hvussu tey megna at fáa so nógv sjálvboðin fólk at draga somu línu. Tað er alla rós uppiborið, sigur Jóhanna á Bergi.