Góð útlit fyri metár hjá Vága Floghavn

Fleiri túsund fleiri ferðandi í juli.

- Vága Floghavn tók ímóti 40,798 ferðafólkum í juli, og tað er ein vøkstur uppá knapt 4000 ferðafólk í mun til juli síðsta ár. Higartil í ár hava 164,486 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Tað eru gott 15,300 fleiri enn somu tíð í 2015 ella ein vøkstur uppá 10,3%


Tað verður boðað frá á heimasíðuni hjá Vága Floghavn í gjár.
Orsøkin til vøksturin er deild á fleiri leiðir, men er tað serliga til Noregs og
Stórabretlands, at fleiri fólk hava flogið í ár.


Vøksturin á Danmarksleiðini, tað er Keypmannahavn og Billund, er 8 prosent. Vøksturin til og frá Reykjavík er 10 prosent, Bergen er 25% og til Stórabretlands 35%. Harumframt koma summartúrarnir hjá felagnum, har felagið flýgur til Barcelona, Mallorca og ad hoc chartertúrar. Tann vøksturin er á 8 prosent.


- Gongdin í ferðafólkatalinum hevur verið jalig meginpartin av árinum, og vøksturin sær til at halda sær. Atlantic Airways ger tað gott, og tað sær út til at Visit Faroe Islands veruliga hevur fingið fótin fyri seg. Tað vísir seg nú, at ferðavinnan hevur megnað at flutt føroyska ferðavinnu framá við teirri miðvísu marknaðarføring. Kanningar á flogvøllinum vísa nevniliga at alsamt fleiri útlendsk ferðafólk koma umvegis Vága Floghavn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri, við heimasíðuna hjá Vága Floghavn.